Skanderborg snávaði móti botnliði á heimavølli

Hákun West á Teigum skoraði fýra mál fyri Skanderborg, ið var fyri heldur óvæntaðum tapi í dag

Føroyingurin í bestu mansdeildini skoraði fýra mál tá lið hansara, Skanderborg í heimadysti í bestu donsku hondbóltsdeildini var fyri heldur óvæntaðum 27-29 tapi móti botnliðnum, Lemvig-Thyborøn.

Í steðginum var Skanderborg á odda 15-14.

Skanderborg liggur á fimta plássi í deildini við 26 stigum. Átta tey fremstu í grundspælinum vinna seg víðari í fjórðingsfinalurnar. Skanderborg hevur átta stig niður til Fredericia, ið teoretiskt kann vinna seg uppá 28 stig.

Um 10 dagar tekur Skanderborg móti júst Fredericia á heimavølli.

Hákun West av Teigum fer nú við føroyska landsliðnum til EM-undankappingardystir á útivølli móti Ukraina mikudagin og Kekkia fríggjadagin. Komandi sunnudag er heimadystur móti Ukraina í høllini á Hálsi í Havn.

Støðan í bestu donsku hondbóltsdeildini: 

 

NrLiðDystirStig
1GOG2237
2Bjerringbro/Silkeborg2233
3Aalborg2233
4TTH2332
5Skanderborg2326
6SønderjyskE2225
7Skjern2225
8KIF Kolding2321
9Ribe-Esbjerg2318
10Fredericia2118
11Mors-Thy2317
12Aarhus2216
13Lemvig-Thyborøn238
14TMS Ringsted235