B36 fær seinnapartin vitjan av EB/Streymi. Støðutalvan sigur, at heimaliðið er stórfavorittur. Spurningurin er, hvussu Sigfríður S. Clementsen fer at leggja fyri ímóti B36, sum hann var venjari hjá í fleiri umførum hevur verið venjari hjá. Sigfríður vandi B36 í 2002, 2005 og 2006 og aftur í 2010.
Tá ið B36 26. mars var í Hólmanum á Eiði, fóru teir í árstalsfelagnum suður aftur við 2-1 sigri. Ta ferðina sá Taufee Skandari í síðsta minutti gula kortið fyri aðru ferð og harvið eisini reyða kortið.
Taufee Skandari hevur ikki verið á B36 liðnum síðani 29. mai, tá ið B36 í Gundadali vann 2-1 ímóti AB. Í dag er hann aftur í hópinum, eftir at hann hevur verið burturstaddur í landsliðsørindum. Hann hevur ættarbond til Afghanistan og hevur umboðað Afghanistan seinastu vikurnar.
B36 skal reisa seg, eftir vónbrotið, sum tað var, tá ið tað í grannauppgerðini ímóti HB endaði við 1-0 tapi, hóast B36 avrikið var gott.
Fyri tveimum vikum síðani vann EB/Streymur 2-0 á heimavølli ímóti B68. Hetta var fjórði sigurin hjá EB/Streymi í ár. Tá sá miðvallarin Dánjal Godtfred gula kortið fyri fjórðu ferð, og tí er hann leikbannaður í dag. Tóki H. Johannesen er framvegis skaddur.











