Skandala í badmintonkappingini

Skandaludysturin í tvímansleiki fyri kvinnur við OL í gjár fær eftir øllum at døma avleiðingar fyri teir átta leikararnar, ið vóru blandaðir upp í málið.

 

Tað skriva fleiri miðlar, millum annað BBC.

 

Sambært altjóða badmintonsamgonguni kunnu leikararnir vænta sær eina revsing fyri ikki »at hava gjørt sítt ítarsta fyri at vinna ein dyst«, eitt heiti, ið kann verða broytt til »at tapa við vilja«.

 

Ákæran umfatar tvey pør í tvímansleiki frá Suðurkorea og eitt frá ávikavist Indonesia og Kina. Um leikararnir kunnu risikera at verða tveittir úr kappingini, er ikki greitt enn.

 

Hóast suðurkoreanska parið, Kyung Eun Jung og Ha Na Kim vunnu á heimsins besta kvinnuliga tvímanspari, Xiaoli Wang og Yang Yu, so var nøgdin ikki stór í koreanska leirinum.

 

Við at tapa móti suðurkoreanarunum kundu Xiaoli Wang og Yang Yu enda í mótsættu kappingarhálvu, sum nummar tvey seedaða kinesiska parið, Tian og Zhao, og á tann hátt økist møguleikin hjá kinesarunum at vinna gull.