Øskan úr gosinum í Íslandi gjørdi, at fýra flogfráferðir úr Kastrup til Keflavíkar máttu avlýsast í dag. Umleið 500 fólk skuldu við flogførunum. Á flogvøllinum í Kastrup verður sagt, at øskan ávirkar ikki bara beinleiðis flúgvingina millum Keypmannahavn og Ísland, men eisini flogfør, sum skuldu millumlenda í Keflavík á veg til Norðuramerika.
Naviair, sum hevur eftirlitið við flogferðsluni í donskum loftrúmi, sigur, at fyribils fær øskan úr Grimsvötn-gosinum ongar avleiðingar fyri flúgvingina í sjálvum Danmark.