Altjóða loftflutningsfelagsskapurin hevur roknað seg fram til, at øskan úr gosinum við Eyjafjallajøkul hevur kostað flogfeløgunum í minsta lagi 9,3 milliardir krónur. Tað sigur formaðurin í felagsskapinum, Giovanni Bisignani, sum leggur afturat, at kreppan er oyðileggjandi fyri vinnuna.
Hann heldur, at stjórnirnar í Evropa eiga at lata flogfeløgunum endurgjald, eins og tann amerikanska stjórnin gjørdi aftan á yvirgangin tann 11. september í 2001.
Giovanni Bisignani væntar, at tað fer at taka flogfeløgunum trý ár at koma aftur á beint.










