Fríggjadagin í farnu viku tók Heilsufrøðiliga starvsstovan vatnsýni úr áum, sum verða brúktar til rávatn til drekkivatn, fyri at kanna tey fyri fluorid. Hetta varð gjørt, tí at øskan úr hesum eldgosi inniheldur nógv fluorid - sum í nóg stórum mongdum - kann vera til skaða fyri fólk.
Kanningarnarnar vístu, at innihaldið fyri fluorid er sera lágt, minni ein hundrandapart av markvirðinum, sum er sett av ES fyri fluorid í drekkivatni, og tí kann staðfestast, at øska úr Íslandi ikki hevur dálkað drekkivatnið í Føroyum við fluor.










