Øskan forðar 1.000 fráferðum í Evropa

Øskan frá Eyjafjallajøkli órógvar ikki bara flogferðsluna til og úr Føroyum í dag. Evropeiski flogferðslumyndugleikin Eurocontrol sigur, at umleið 1.000 fráferðir verða avlýstar í Evropa í dag orsdakað av øskuni.

Tann størsta floghavnin í Evropa, Heathrow uttan fyri London, var stongd í nátt, og hin floghavnin har, Gatwick, var eisini stongd til klokkan átta í morgun. Tað elvdi til nógvar seinkingar víða um.

Í Niðurlondum, Írlandi, Norðurírlandi, Skotlandi og Wales eru fleiri floghavnir framvegis stongdar, tí ov nógv øska er í luftini.

Niðurlendsku myndugleikarnir siga, at Schiphol-floghasvnin í Amsterdam letur ikki upp fyrr enn í fyrsta lagi klokkan eitt seinnapartin, og soleiðis er eisini við floghavnini í Rotterdam.