Skammlop í kontakt

Stutt fyri klokkan trý seinnapartin í gjár varð sløkkiliðið í Havn boðsent til eini hús á Heygsvegnum Boðað varð frá royki úr eini kontakt, og tað vísti seg, at talan var um skammlop.

Hóast fólk ofta halda, at um tey hava relé til el-málaran, so kemur ikki eldur í av elektrisitetinum, men tað er eitt stórt misforstáilsi, sigur Heiðrikur Christiansen, sløkkiliðsmaður í Havn.

Hann vísir á, at reléið slær frá, tá yvirgangur ella vatn kemur til, men at eldur saktans kann koma í - og tí eiga fólk at vera varin.

Men roykvarnarar eru sum oftast bjargingin. Í hesum førinum á Heygsvegnum í Havn, varnaðust fólk í húsinum roykin, tí roykvarnari boðaði frá.

Heiðrikur Christiansen sigur, at eldfráboðanirnar eru fækkar nógv seinnu árini - ikki minst takkað verið roykvarnarum, og tað, at fólk eru meira tilvitað um eldvanda.