Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at tey klokkan 21.49 í kvøld fingu fráboðan um, at roykur var í KÍ-høllini í Klaksvík.
Tá sløkkiliðið kom á staðið, vísti tað seg, at roykurin hevði lítið upp á seg.
- Vit hava skilt, at tað var skammlop í einum málaraskápi, sum var orsøkin til roykin, men tíbetur hevði hetta lítið upp á seg, sigur vaktleiðarin.
Viðheftu mynd eigur Norðlýsið.









