Skammiligt og skilaleyst at vit ikki eru við

Tey, sum arbeiða við ætlanini at gera eitt víkingaskip í Hovi, vilja nú sleppa á fund við fíggjarnevndina um fíggjarlógina fyri næsta ár

Ætlanin er at gera Hov til eitt rættiligt víkingasetur

Ungdómur okkara eigur, longu frá barnaárum av, at fáa kunnleika um lívið og mentanina her á klettunum fyrr í tíðini, og tað gerst eina best við eini ítøkiligari ætlan. Tað siga tey, sum vara av ætlanini at gera eitt víkingaskip í hovi. Og nú Løgtingið viðger fíggjarlógina fyri næsta ár, hava tey sent umbøn um at sleppa á fund við fíggjarnevndini hjá Løgtinginum um ætlanina.

 

Landsstýrið setti annars 150.000 krónur í stuðuli til ætlanina í 2019, men í 2020 varð einki sett av. Í ár eru aftur 150.000 krónur settar av til Víkingaskipið og landsstýrið ætlar at seta somu upphædd av aftur næsta ár.

 

Men nú vilja tey altso hava fund við nevndina um ætlanina. Tey siga, at endamálið við víkingaskipinum,  umframt langhúsinum og smiðjuni, ætlanin er at gera í Hovi, er at skapa eitt víkingaumhvørvi so nær tí upprunaliga, sum gjørligt er.

 

– Føroyar liggja á leiðini úr norðanlondum, vestur um høv og heilt vestur at amerikanska meginlandinum, har norðurlendingar vóru teir fyrstu at nema land og seta búgv, siga Finnbjørn Hovsgarð, sum er í nevndini fyri víkingaskipið.

 

Tey halda, at tað er bæði rætt og rímiligt at eisini Føroyar eru við at varðveita lívið og mentanina, ið var fyri túsund árum síðan,

 

– Sum støðan er í dag, er tað skammiligt og skilaaleyst, at vit ikki eru partur av hesum, sigur Finnbjørn Hovsgarð. Okkara partur í víkingamentanini skal sjálvandi ikki liggja eftir, og tí eru vit farin undir hesa ætlanina at smíða eitt víkingaskip og at byggja neyst og smiðju, so sum vit kenna tað úr Bretlandi og norðanlondum annars.

 

– Ungdómur okkara eigur, longu frá barnaárum av, at fáa kunnleika um forna lívið og mentanina her á klettunum, og hetta gerst eina best í eini ítøkiligari ætlan longu frá barnsbeini av.

 

Hann sigur, at endamálið við víkingaumhvørvinum í Hovi tekur støði í børnum, ungum og ølli føroyingum annars, sum gerast ein partur av víkingaumhvørvinum líka frá tí spunna tráðnum í seglunum, tí smíðaða naglanum úr kjøli í stevni, og teim drúgvu túrunum vestur um høv í ódn sum í logn, sigur hann.

 

Ætlanin er at gera Hov til eitt rættiligt víkingasetur