Skammilig flaggdagsrøða triðja ár á rað í Runavík

Johan Petersen


Runavíkar kommuna skipaði aftur í ár fyri politiskum flaggdagshaldi, har Tórbjørn Jacobsen helt tjóðveldisrøðu. Í fjør var tað Signar á Brúnni, í fyrraárið eisini Tórbjørn Jacobsen og fyri nøkrum árum síðani var tað Zacharias Wang, sum hildu politisku røðurnar
Triðja árið á rað hevur Runavíkar kommuna skipað fyri politiskum flaggdagshaldi, har tjóðveldismenn hava hildið politiskar røður.

Zacharias, Tórbjørn, Signar og aftur Tórbjørn
Fyri nøkrum árum síðan var tað Zacharias Wang og í fjør Signar á Brúnni, ið helt eina so partapolitiska røðu, har hann fór heilt niður í smálutir og greiddi frá atkvøðugreiðslu á tingi.
Í fyrra árið og aftur í ár var tað Tórbjørn Jacobsen, sum við buldur og braki tosaði um fullveldi, hjálandaveldi, Nyrup, blokk og niðurbinding.
Bert vakri og vælklingandi ljómurin frá Nes Sóknar Musikfelag við sínum sera vælspælda horntónleiki setti hátíðardám á løtuna,
Tað tykist ikki sum, at tjóðveldisfólk duga sær hógv, tá ið tey sleppa framat, tá ið hátíðarhald eru og sum skuldu kunna verið fyri allar føroyingar, óansæð politiskan lit. Og tíverri tykist tað, sum um tey altíð sleppa framat at niðurgera tey, sum ikki eru politiskt samd við tey.
Hvør minnist ikki, tá ið Karin Kjølbro fyri nøkrum árum síða setti ólavsøkurøðuna - heldur ikki hon kundi halda sær og bar fram tjóðveldis- og fullveldisboðskap.

Vanvirða Merkið?
Er Merkið við tess kristnu ímynd ikki samleikatekin alra føroyinga? Er tað ikki at vanvirða Merkið, tá ið tað verður drigið niður á eitt so lágt støði, sum tjóðveldispolitikkur er?