Skammar sín egna flokk

Bogi Andreasen, varaborgarstjóri heldur tað vera skammiligt, at Tjóðveldi ikki vil frítaka kirkjur og samkomur fyri at gjalda mvg

Fíggjarnevndin hevur skrivað álit i málinum um at broyta lógina um meirvirðisgjald, soleiðis at ávíst virksemi slapp frá mvg-gjaldi.
Meirilutin mælir til at alt virksemi, sum ikki eru vinnuligt, skal frítakast fyri mvg, íroknað samkomur og kirkju.
Men minnilutin vil ikki, at samkomur og kirkjur skulu frítakast fyri mvg við hesi lógabroytingini. Skulu kirkjur og samtøkur stuðlast, kann tað gerast í øðrum sambandi, sigur minnilutin. Minnilutin er Magni Laksáfoss, Anita á Fríðriksmørk og Torbjørn Jacobsen.
Bogi Andreasen, sum er valdur í Tórshavnar býráð fyri Tjóðveldi, er alt annað enn fegin um ta støðu, sum flokkur hansara hevur í málinum.
- Hatta er púra burturvið, óvisionert og ótaktiskt, sigur Bogi Andreasen.
Hann minnir á, at tað er eitt arbeiðsskapandi átak at frítaka samkomur og kirkjur fyri mvg.
- Og pengarnir, sum bygt verður fyri, er tað mesta gávur frá fólki, sigur Bogi Andreasen.

Fleiri ætla at byggja
Hann veit, at fleiri samkomur hava bíðað eftir hesi lógarbroytingini fyri at kunna byggja. Ein samkoma er Lívdin, sum Bogi Andreasen kemur í. Samkomurnar telja nakrar hundrað limir og noyðast at hava fundir sínar í skúlum og aðrastaðni, har til ber at leiga, tí tað er of tungt fíggjarliga at byggja, nú tær eisini skulu gjalda mvg.
- Tað er løgið, at Tjóðveldi tekur hesa støðu, nú tað ræður so nógv um at koma við arbeiðsskapandi tiltøkum, sigur Bogi Andreasen.
Honum skilir ikki støðutakanina hjá flokkinum í hesum máli.
- Tjóðveldi førkar seg meira og meira frá tí, sum eg standi fyri, sigur hann.