Skamma teg. Mr og Mrs Latte.
Eg vil skriva um tvey sløg av ný-útlærdum fólkum. Tey sum ikki eru bangin fyri at smoyggja armarnar upp og tey, sum ikki vilja rætta hond frá síðu.
Eitt tjaldur er ein flytifuglur og fuglurin vendur altíð heimaftur á klettarnar. Tjaldrið tekur ikki dagar ímillum, um tað eru ringar tíðir, um alt ikki gongur teirra veg ella um ágóðin at venda uppaftur á Føroyðaland hesu ferð, hevur ein størri fíggjarligan ágóða fyri seg. Ikki tí, at eg skal gera nakað fyri at fáa henda ágóða, men bara tí ,at eg vendi heim aftur og tískil standa øll og taka ímóti mær við opnum hondum.
Deiligt, fyrimyndarligt og so sanniliga vert at lurta eftur, fylgja eftur ráðunum, hava eitt samskifti og samarbeiði við hesi fólkini, sum bæði í við og mótgangi varðveita teirra optimismu og ágrýtni til at stremba eftur einum ávísum máli. Hesi fólkini gevast aldrin og grenja aldrin, men taka teirra persónligu málsetningar í egnan favn og taka ansvari fyri egnum handlingum og teirra val.
Nógvir akademikarir velja at fáa sær eitt starv í Kbh, innan teirra serøki, fyri at fáa tilegna sær vitan og royndir, vid tí fyri eygað, at venda heim til Føroyðar, eftur eitt ávíst áramál tídarskeið og festa sær búgv. Hesi fólkini eru ein frálík investering fyri ein arbeiðismarknaða, tí tey hava ymiskar serroyndir og eitt veruligt brennandi engagement, fyri at viðlíka halda og fremja neyðugar broytingar, innan teirra arbeiðsøki. Felags fyri hesi fólkini er so púra vist, at eingin av teimum flytur upp til Føroyðar, uttan tey við vissu aðrenn hava fingið eitt starv.
Nógvir akademikararir í Kbh velja at verda tolnir og fáa sær tískil eitthvørt fyrifallandi arbeiði, sum ikki fyri neyðuni, relaterar til teirra serøki, meðan tey fylgja vid støduni í Føroyðum og efturspurningum á arbeiðismarknaðinum innan teirra serøki. Hesi eru sanniliga eisini ein frálík investering og eru við teirra fleksibiliteti, har tey virðismeta øll størv líka høgt og menniskjaliga lyndi, har tey javnseta øll menniskju, ein fullkomuliga neyðug arbeiðismegi vid teirra persónliga lyndi. Tað er neyvan sannlíkt heldur, at hesi fólkini, flyta heim aðrenn, tey hava vissa sær um, at hava fingið eitt starv, fyrifallandi ella innan teirra serøki.
Okkara góði flytifuglur hevur eisini í tí stóra hópinum, eitt stórt fylgji, sum ikki ynskir at hjálpa til ella gera ein størri indsats enn hinir fuglarnir, tí hví skuldi teir gjørt tað, um teirra hugsjón og definitión uppá tad góða og rættvísa lívið ikki strekkir útyvir egi behóv og persónligu sfære.
Grenj, grenj og aftur grenj, krydra við einari kombinatión av krevjara/offurmentaliteti og einari akademiskari útbúgving. Úrsliti gerst ein persónur, sum kann halda langar caffe-latte samrøður á einum staði, um hvussu øgilig tilveran er og hvussu synd tað er í mær. Á hesari cafe ber alt til, tí hin akademiska marionett-dukkan hinumegin tað pena polerada borði, jú nikkar í takt og hevur sjálvsagt somu hugleiðingar og meiningar, tí annars hava tey jú einki at møtast um og so pyt vid at mr og mrs latte gerst kalt ella ikki smakkar so væl.
Hesi fólkini, sum eisini flyta av landinum, fyri at fáa sær eina útbúgving eru farin at grenja um, at tey ikki sleppa inn í tí føroysku arbeiðisloysis-skipanina, tá tey ynska at flyta heimaftur.
Alternativi er jú ræðandi og kann geva nógvum av hesum caffe latte lesiormum fleiri dagar ella vikuvís av svøvnleysum døgum. Men pyt, so eru fleiri stundir til at drekka ein latte og klaga um vælferðina.
Hugsa sær, at alternativi hjá hesum fólkum vid at flyta upp og ikki koma í arbeiðisloysiskipanina er at átaka sær eitt starv, tildømis á einum flakavirki, sigla úti, arbeiða sum vaskikona, hjá kommununi osv.
Kanska skuldu tit verdi verðandi í Kbh og fingu tykkum eitt arbeiði og partvíst etablera tykkum og havt kortini opin og bíða við at flyta heim og halda eygað við efturspurningin á tí føroyska arbeiðismarknaðinum.
Eingin akademikari vid einum grammi av ambiøsiteti og sjálvbjargni, setur seg at grenja um, at flyta aftur á oyggjarnar, við tí eina málsetningum, um at gerast registreraður í arbeiðisloysiskipanina.
Hetta snobbuta lyndi og henda sjálvproduktseradi hjálparleysa hugsjónin førir einki gott við sær, men bara smáar akademiskar narcissistar, sum fráleggja sær alt ansvar fyri egnari støðu, tí tey eru so serlig og fínari enn tey flestu av okkum, sum ikki hava eina fobi ímóti at ganga í oljuklæðum, fáa skitnar negl ella til tíðir mugu sita heima og drekka bídligt svart kaffe.
Tað skal sjálvsagt verða pláss fyri, at bæði akademiskir opportunistar og pessimistar gera innrás og seta búgv, men tað er stórt spell og stór skomm, um tínar visjónir fyri tína egna framtíð ella nærmastu framtíð ikki røkka longur enn til eina registrering í føroyska arbeiðisloysisskipanina. Tú sum hevur pappír uppá eina góða útbúgving og hevur allar møguleikar, frammanfyri tær, um tú bara sær fram um tín egna offur og krevjaramentalitet.
Karl Jóhan Staksberg.
e-amil addr : runesean66(at)hotmail.com