Skálvíkingur til EB/Streym

EB/Streymur hevur skrivað undir sáttmála við Skálavíkingin, Suna Herman Petersen

EB/Streymur hevur skrivað undir sáttmála við Skálavíkingin, Suna Herman Petersen. Hann kemur til úr barnadómsfelagnum B71. Tað boðar EB/Streymur frá í kvøld.

 

- Suni Herman er einans 18 ára gamal og er ein sera spennandi spælari. Hann kann røkja offensivu plássini á vøllinum. Eisini hevur hann spælt bakkur onkrar dystir. Suni Herman er beiggi Pætur Petersen, sum spældi við okkum kappingarárini 2017 og 2018. Suni Herman hevur spælt á føroyska U15, U17 og U19 landsliðnum, skrivar EB/Streymur.

 

Avtalan er galdandi fyri 2024 og 2025.