Tað gongur væl hjá skálvíkinginum, Brandi Hendrikssyni Olsen, sum spælir í danska stórfelagnum, FCK.
Hann er við á U 19 liðnum hjá FCK , sum er við í Champions Leage fyri ungdómslið.
Seinnapartin í dag hava teir spælt ímóti U 19 liðnum hjá týrkiska stórliðnum, Galatasaray, sum FCK annars skal spæla ímóti í Champions League í kvøld.
Og Brandur og liðfelagir hansara stóðu seg væl í útidystinum, tí teir vunnu 1-0 við máli, sum Daniel Chukwumahs skoraði eftir 58 minuttum, skrivar FCK nú seinnapartin.
FCK skrivar, at danska liðið var oman á allan dystin, við eini góðari verju og skjótum umstillingum, sum góvu teimum nógvar góðar málmøguleikar.
Sostatt hevur U 19 liðið hjá FCK fingið fimm stig í trimum dystum í ungdómskappingini í Champions League og sostatt eru teir á odda í bólkinum.
Á øðrum plássi er Juventus við fýra stigum, Real Madrid hevur tvey stig og Galatasaray hevur eitt stig.
Juventus og Real Madrid spiller eisini seinnapartin i dag og so vil tað vísa seg um teir varðveita fyrstaplássið.
Næsti dystur hjá Brandi og teimum er fimta november, tá ið teir aftur hitta týrkiska felagið, men hesuferð er tað í Keypmannahavn.