Tveir menn doyðu, tá ein skalvur leyp nærhendis norska býnum Tromsø í dag. Tá bjargingarlið komu fram á teir báðar menninar, høvdu teir ligið umleið ein tíma undir kavanum. Menninir vóru 47 og 56 ára gamlir og systkinabørn.
Skalvurin tók eisini tveir aðrar menn við sær. Annar teirra varð fluttur á sjúkrahús, men tað vísti seg, at hann hevði ikki fingið stórvegis skaða. Tað vóru hesir báðir, sum boðaðu myndugleikunum frá vanlukkuni.
Norska tíðindastovan skrivar, at skalvurin leyp í líðini niðan fyri fjallið Middagstinden.