Skalta og valta við valskipan

Meðan hesar reglur verða prentaðar, bera tingfólk fram sínar hugsanir um tey fýra uppskotini um at broyta løgtingsvalskipanina, sum eru løgd fyri løgtingið, og sum í dag verða viðgjørd undir einum.

Tað er bæði grátuligt og láturligt, soleiðis sum okkara høga parlament viðgerð ta grundleggjandi skipanina, sum er tilverugrundarlagið undir sjálvum parlamentinum, valskipanina. Vit hava nevnt tað fyrr, at tað var ikki rættur framferðarháttur, sum varð nýttur, tá løgtingið í 2007 avgjørdi at broyta valskipanina frá at hava sjey valdømi til at verða eitt valdømi. Harvið er ikki sagt, at tingið tók eina skeiva avgerð, tí tað vita vit ikki enn.

Men tað er ikki rætt, at løgtingið áðrenn valskeiðið er hálvrunnið aftur broytir skipanina - serliga ikki tá grundaður mistanki er um, at tingmenn gera hetta fyri at sæta sær sjálvum til næsta val. Her er okkurt grundleggjandi galið. Spurningurin er, um løgtingsfólk skuldu havt hetta valdið - at kunna skaltað og valtað við valskipanini, sum teimum lystir.

Grundgevingarnar fyri og ímóti kunnu vit altíð kjakast um. Vit kunnu skjótt finna grundgevingar fyri, at øll øki í landinum eiga at verða umboðað. Men vit kunnu eisini skjótt finna grundgevingar fyri, at allir flokkar eiga at hava sama møguleika at verða umboðaðir alla staðni í landinum, og vit kunnu skjótt finna grundgevingar fyri, at skipanin við einum valdømi tryggjar kvinnum betri rætt til umboðan.

Hinvegin kunnu vit samstundis staðfesta, at tað eru flokkarnir, sum eiga at tryggja, at kvinnur og menn eru rímiliga javnt umboðað í tinginum. Vit kunnu eisini staðfesta, at flokkarnir eiga at tryggja, at øll øki í landinum eru rímuliga javnt umboðað í tinginum.

Við at fara aftur til gomlu valskipanina skerjir løgtingið møguleikan hjá fólkinum at velja júst tað valevnið, sum tey ynskja at stuðla. Er tað rætt at velja ein norðoying, bara tí hann ella hon er norðoyingur, at velja ein sandoying, tí at hon ella hann er sandoyingur ella eina kvinnu tí at hon er ein kvinna? Klára vit fáu menniskju her á klettunum ikki at velja í felag í einum valdømi, so er tað demokratiska problemið fullkomið.

Tað skilabesta av teimum fýra uppskotinum, sum nú liggja á tingborði er uppskotið hjá John Johannessen, Annitu á Fríðriksmør og Poul Michelsen um, at formansskapur Løgtingsins setir ein serkønan arbeiðsbólk at viðgera øll viðkomandi fólkaræðislig og samfelagslig viðurskifti í vallógini og fyrireika uppskot til nýggja løgtingsvallóg eftir teimum niðurstøðum, ið arbeiðsbólkurin kemur fram til.

---
Sosialurin