Jóannes Eidesgaard
--------
Fyrstu orð, ið runnu mær til hugs, tá góðu tíðindini bórust um, at eitt nýtt pelagiskt virki skuldi byggjast her í bygdini, vóru júst orðini hjá Poul F í sanginum um Tvøroyri, har hann staðfestir, at enn einaferð skal bygdin menna seg aftur. Nú fær skaldið rætt. Tí hetta vóru vissiliga gleðistíðindi í einari tíð, sum í alt ov stóran mun eru nógv merkt av tíðindum, sum peika annan veg.
Fyrst av øllum vil eg ynskja Deltamonnunum hjartaliga tillukku við nýggja samstarvinum við gøtumenn, og síðan vil eg ynskja Varðanum hjartaliga vælkomnan suður á Tvøroyri.
Øll minnist vit væl tíðina, tá Delta varð stovnað aftur í 1995. Tað var í tí djúpastu fíggjarligu kreppuni, hetta landið hevur upplivað í nýggjari tíð, at hesir menn settu sær fyri at skapa virksemi. Beint undir liðini av risanum Faroe Seafood, sum nú er farin í søguna, løgdu teir lunnar undir eitt spírandi virksemi.
Umframt virksemi her á Tvøroyri, so løgdu hesir somu menn eisini til brots í Sandoynni. Sandoyggin lá sum fylgja av kreppuni í fullkomnum vinnuloysi, og tí fylti hesin trupulleiki nógv eisini politiskt. Tá var tað, at vit politiskt snikkaðu til ein loysn, sum fekk navnið Sandoyarloysnin. Men uttan dugnalig vinnulívsfólk var henda Sandoyarloysn als eingin loysn. Her komu so Deltamenninir inn, og síðan tá hava teir havt virksemi í Sandoynni. Umframt at virksemið her á Tvøroyri er nógv útbygt hesi skjótt farnu seytjan árini, hava teir so eisini havt virksemi í Hvalba. .
Tit hava í ríkiligt mát prógvað, at tað ber til. Tit hava prógvað, at verður farið fram við skili, so letur næstan alt seg gera.Tað er júst hetta skilsemi og hesin dugnaskapur, sum hevur fingið eyguni á fólkunum í felagnum Varðanum at hyggja henda vegin.
Ivaleyst hava menninir aftan fyri Varðan sæð okkurt av sær sjálvum í virkseminum hjá Delta. Teir hava dugað at sæð, at her er eitt virksemi, sum verður borið uppi av dugnaskapi og áræði. Eisini gøtumenn vita, hvat tað merkir at veksa seg upp frá næstan ongum. Tað var tann tíð eisini fyrst í 90´árunum, har flaggskipið hjá gøtumonnum gamli Tróndur í Gøtu mangan lá tungt í sjónum – ikki av fiski, men av fíggjarligari tyngd. Men við treiskni og áræði hildu teir á, og nú telist felagið millum tey sterkastu í landinum. Enn ein søga um dugnaskap.
Ein kann ikki annað en frøast og hava bjartastu vónir, tá hesi bæði toymini nú leggja saman um eitt nýtt virki. Nýggja pelagiska virkið á Tvøroyri verður eitt úrslit, har dugnaskapur og fíggjarorka ganga saman upp í eina hægri eind .
Uttan at hava nakran almennan leiklut, so kendi eg tað sum eina sjálvfylgju at seta hesi orð saman. Eg taki tað sum rættiliga givið, at flestu tvøráfólk og suðuroyingar eru samd við mær í hesum. Tað er týðiligt at merkja, at allastaðni, har tú kemur í hesum døgum, so gleðast fólk um ætlanina. Eitt er gott at vita, og tað er, at hevur mann fólkið við sær, so er so ótrúliga nógv vunnið.
So hiðani av Tippinum beint oman fyri havnalagið her á Tvøroyri, har nýggja virkið skal byggjast, skal ein kvøða sendast tykkum á Delta og tykkum á Varðanum um hepna hond og góða eydnu.
”Brátt skal fram aftur ganga við ferð,” kvæð Poul F. Vænti hann fær rætt.