20 vakrar og skallutar kvinnur, sum allar hava bróstkrabba, gingu í dag mótaframsýning fyri at stuðla sakini.
Í flottum kjólum og skóm frá fleiri kendum sniðgevum í Danmark fóru tær 20 kvinnurnar, sum júst nú fáa kemoviðgerð, á pallin, tí tær stuðlaðu átakinum A Race Against Breast Cancer.
Tiltakið í kvøld fekk heitið Science meets Fashion Bald is the new Black.
Hugskotið handan mótaframsýningina var at varpa ljós á bróstkrabba.
Tiltakið var í Axelborg í Keypmannahavn. Krabbameinssjúklingar og tey avvarðandi, sum vóru í salinum, vóru ógvuliga rørd av tiltakinum, og serstakliga tá ið Lis Sørensen sang lagið Stilhed før stormen. Tá ið kvinnurnar síðani gingu á
pallinum høvdu tey flestu trupult við at halda tárini aftur.
Hetta veit heimasíðan hjá Ekstra Blaðnum í kvøld.