Skallaður í Havn í nátt

– Annars hevur tað verið friðarligt, sigur løgreglan

Sum heild hevur tað verið stak friðarligt í nátt. Men mitt í nátt fekk løgreglan kortini boð um, at ein maður, sum var í býnum, varð blivin skallaður, og tað er eitt mál, løgreglan kannar í løtuni. Málið er reist sum eitt harðskapsmál, men enn veit løgreglan ikki, hvør gerningsmaðurin er.

 

Annars varð ein maður tikin upp í Norðoyatunlinum í nátt. Hann var farin ígjøgnum tunnilin til gongu, men tað helt løgreglan ikki var nóg trygt. Tí varð maðurin tikin upp og koyrdur út um, har fólk stóðu fyri honum við bili og kundu taka sær av honum.