Ein ungur drongur gjørdist leygarnáttina so ónøgdur um, at hann ikki slapp inn á eitt dansistað í Havn, at hann skallaði ein rút uttan fyri dansistaðið.
Drongurin, sum er 17 ára gamal, bleiv noktaður atgongd til dansistaðið, tí at hann var ov ungur. Hetta hóvaði ikki unga dronginum, og hann gjørdi tí ikki mætari enn at skalla ein rút uttan fyri dansistaðið. Rúturin brotnaði, og tilburðurin bleiv meldaður til løgregluna. Drongurin fekk ongan skaða av at skalla rútin.