Longu í titlinum á fyrsta yrkingasavninum hjá Hanusi Kamban, Café Europa, liggur ein fyriboðan um, at tað, sum goymir seg millum permurnar, er ein uppgerð við heimføðisskap og andligt trongskygni øðrumegin, og málsligt (og tjóðskaparligt) trongskygni hinumegin. Men Café Eruopa er so nógv meira enn bara tað: savnið er eitt satt fýrverk av poetiskum formum og motivum úr europeiskari og føroyskari bókmentasøgu
Kendi danski rithøvundurin, ummælarin og bókmentamiðlarin fram um allar Poul Borum segði einaferð í samrøðu við útvarpsrásina Sokkelund, at tað, sum ger yrkingar til nakað serstakt og neyðugt í sær sjálvum, er tann serligi hátturin, málið verður brúkt: tað at mál, bókstavir, ljóð, orð og setningar verða brúkt vitvíst og í samsvari við tær heilt serligu reglur, sum galda fyri skaldskap á bundnum máli, eitt nú reglur um ørindaform og rím. Men fyri at gerast ein góður yrkjari, helt Poul Borum fram, hevur tað alstóran týdning, at tú lesur breitt og nógv og klassikarar og útlendskan skaldskap, og her vísir hann til víðagitnu útsøgnina hjá skaldinum T.S. Eliot, tá ið hesin sigur, at hvørt einasta bókmentaligt stórverk broytir allar undanfarandi bókmentir, tí tá ið ein hevur lisið hetta verk, fer ein at lesa tær undanfarnu á ein annan hátt, enn ein annars hevði gjørt.
Fyri góðari viku síðan hevði Turið Sigurðardóttir, professari í bókmentum, eitt yvirlit – eina kanon – í ritinum “Punktum” (ískoyti til vikuskiftisútgávuna hjá Dimmalætting) yvir tíggju tey størstu skaldskaparverkini á føroyskum – altso (sambært T.S. Eliot) ein lista við teimum verkum, sum hava havt størstu ávirkan á, hvussu vit lesa tær bókmentirnar, sum skrivaðar vórðu undan teimum. Í hesum lista eru heili seks yrkingasøvn ella einstøk verk á bundnum máli, ið røkka heilt frá Brynhildartátti til yrkingasavnið Rot hjá Tóroddi Poulsen. Bestu einstøku yrkingina, sigur Turið Sigurðardóttir vera “Aldan” hjá Gunnari Hoydal, sum flestallir føroyingar kenna best sum (felags)sang, við lagi eftir Anniku Hoydal.
Fyri ordans skyld skal eg skunda mær at viðmerkja, at topp-10 listin hjá Turið Sigurðardóttir varð gjørdur, áðrenn nýggja yrkingasavnið hjá Hanusi Kamban, Café Europa, sum her skal verða umrøtt, kom út. Um tað hevði broytt nakað, veit eg ikki, men eg kann alt fyri eitt staðfesta, at savnið hevur møguleika – ið hvussu er í føroyskum høpi – at blíva eitt av teimum verkum, sum eftirtíðin fer at leita sær aftur til, tí tað hevur dygdir, sum fyri vist kunnu broyta háttin, sum ein føroyskur lesari fer at lesa skaldskap á bæði bundnum og óbundnum máli (sambært útsøgn T.S. Elitos) – kanska serliga útlendskan skaldskap. Men hetta er sjálvandi bara ein giting.
Tað, sum hinvegin stendur púra greit, er, at Hanus Kamban sjálvur byggir sínar yrkingar á stórverk, sum undangonguhøvundar hava skrivað, alt síðan fornu griksku og rómversku skøldini, við sínum hexametrum, umvegis ta gandakendu sonettuna til fríar modernaðar yrkingar, loystar úr fortíðarinnar formligu høftum. Og høvundarnir, sum hava lagt Hanusi lunnar undir hetta savn, eru hvørki fáir ella smáir: H.P Lovecraft, Franz Kafka, Edgar Allan Poe, Thomas Mann, H.G. Wells, Hjalmar Söderberg, Dante, Paul Celan, Goethe, Seneca, Homeros, Herman Bang, Baudelaire o.s.fr. o.s.fr. Hesin fyrst nevndi, amerikanski høvundurin H.P. Lovecraft, ið skrivaði ræðusøgur, fantasy og science fiction, tykist hava serligan týdning, tí hann er tann einasti, sum verður nevndur í sjálvum yrkingaheitinum – enntá í tveimum førum: “Grøvin hjá H.P. Lovecraft” (bls. 16) og “H.P. Lovecraft” (bls. 41).
Yrkingarnar spenna víða, bæði í innihaldi og formi. Sum dømi eru her tvær, sum báðar viðgera hugtakið “heima”, men sum annars eru heilt ólíkar. Vit byrja við tí seinru, sum eitur “Heim” (bls. 30):
heim rópar sálin heim eg / taki bussin og fari út í býarins / terra incognita og fari av / á skeivum stað // heim eg vil heim men hvar / er skip mítt og hvar fór / tíðin eg drívi sum av tilvild / inn á kaffistovu har / tú situr
Henda yrking er skrivað í fríum ørindum, meðan fyrsta yrkingin í savninum, “Heimahøllin” (bls. 11), er ein hátíðarlig sonetta, sum ikki inniheldur tann iva og ta ójavnvág, sum eyðkennir modernitetin í hinari yrkingini:
ein váð av grønum silki har vit ganga / sum leiftrar fyri loti aldar teskar / har sóljugull og fípa eygað leskar / í loftsins endaloysi lampur hanga // sum tendrast móti nátt í hesum skála / er vín og virtur dagsverk til at fáa / frá hondum drós sum hugahválvið roða / eitt lív at liva ella – kykur – mála
Ella: heimið er, har vit ganga, har vit búgva, har vit virka.
Savnið er býtt upp í fimm partar. Fyrsti partur er bara henda eina yrkingin, “Heimahøllin”, sum ógvuliga hóskandi er ein sonetta, “diamantur yrkinganna”, sum ofta verður tikið til, ið lýsir ta høll, ein verður føddur inn í. Seinasti partur telur eisini bara eina yrking, “Evsta skarð”, sum snýr seg um hvíldarstaðin. Millum hesar lívsins pólar eru so tríggir partar, sum hvør sær umboða ávís skeið og ávísar tættir í lívinum (hjá skaldinum?).
Í øðrum parti finna vit yrkingar, sum viðgera grundleggjandi tættir í menningini hjá okkum menniskjum, so sum ást, girnd, kunnleiki, átrúnaður og list.
Triði parturin er tann løgnasti, men samstundis tann mest áhugverdi og avbjóðandi, tí hesar yrkingarnar eru meira eksperimentellar, og har finnur tú eisini tveir stuttar prosatekstir, sum eru nakrir teir mest bisaru, sum eg havi lisið á føroyskum. Hugsi mær henda part sum tann táttin í lívinum, tá ið ein sum høvundur er opin fyri at royna alt í leitinini eftir tí sonevnda sublima, og tá kann tað, sum spyrst burturúr, blíva rættiliga margháttligt.
Í fjórða parti hevur skaldið so at siga runnið hornini av sær, spurningarnir snúgva seg nú meira um tilveruna og órannsakandi vegir hennara. Her finna vit yrkingar um syrgiligar hendingar, sum høvundurin hevur verið sjónliga ávirkaður av, stórar vanlukkur, sum fær ein til at ivast í, um nøkur meining er við nøkrum sum helst.
Tíbetur gevur hetta fyrsta yrkingasavnið hjá Hanusi Kamban sjálvt svarið, og kann tað stutt takast samanum við síðsta ørindinum í yrkingini við tittulheitinum “Café Europa” (bls. 59):
henda mjørkamorgun / í Havn millum bløðandi / fuchsiur og ryskir við krúllum av / trølsliga glinsandi / filigrann-døgg
Hvat meir kunnu vit forlanga?
Sum lesarin vónandi hevur skilt, er undirritaði rættiliga hugtikin av hesum savni. Perma og uppseting eru í allar mátar eins leskilig og Toscasnitturnar á Kondittarínum, ið eisini prýða permuna. Málsliga og innihaldsliga er savnið merkt av óvanliga mongum nøvnum, orðum og tilsipingum. Hetta er sera avbjóðandi og uppríkandi fyri tann forvitna, sum vil brúka sína tíð til at arbeiða við tilfarinum, men eg hugsi, at tað man vera troyttandi og onkisigandi fyri hini.
Eitt sum eyðkennir skriving Hanusar sum heild, er hansara nærlagni og ovurhugi at greiða gjølla frá øllum, sum hann vil siga við tí, sum hann skrivar. Royndum lesarum dámar hetta vanliga ikki so væl, tí sum oftast missir teksturin (og harvið eisini lesingin) við hesum meira enn hann fær, tí trongdin til “information overload” avmarkaðar møguleikarnar fyri, hvussu lesarin kann skilja tekstin. Fyri minni royndar lesarar kenst tað sjálvandi tryggari, at høvundurin heldur í hondina á einum og leiðir ein gjøgnum tekstin.
Nýggja yrkingasavnið hevur onga leiðbeining um, hvussu yrkingarnar skulu lesast, men heldur eru yrkingarnar í sjálvum sær stuttar ritgerðir um yrkingalistina, bæði í formi og innihaldi. Líkt er til, at Hanus vil yrkja víðari aftir teirri leið, sum ein av stóru fyrimyndum hansara, Janus Djurhuus, troddi. Hanus orðar tað sjálvur soleiðis í fyrilestrinum “Ramman ella myndin”, sum stendur prentaður í greinasavninum Hin bráðvakra hugsjónin, sum kom út í 2000:
“Janus gjørdi tíðliga av at tæna málinum í rúmligari merking. Málið var ein høll, har bæði formur og miðil sótu til háborðs. ... Umframt at eiga ein form, sum skuldi røkjast, var málið fyri honum ein samskiftismiðil, eitt spegl, sum bar Norðurlond inn í brúkarans huga, sum speglaði Europa, sum varpaði inn í nútíðina tankar og fyrimyndir úr Hellas. Meira enn tað, formur og miðil ríkaðu hvønn annan, úr dialektikkinum teirra millum gróði mýking og víðkan, fremmandar spegilsmyndir lyftu formin upp og edlaðu hann. At gera sítt til at fullføra hesa edlan, tað var lívsverkið, Janus setti sær fyri at fremja.”
Mær tykir, at Hanus Kamban við hesum savni hevur megnað at fáa fram fremmandar spegilsmyndir, í dialektikkinum millum mál og form.
Vælvalda heitið Café Europa er sum savningarhugtak rámandi, tí yrkingasavnið er eitt slag av ferð gjøgnum europeiska mentanarsøgu. Tittulin er sjálvsagt eisini ein viðmerking til føroyska stavseting og nýtslu av fremmandaorðum: “c” er ikki sloppin við í føroyska stavraðið, og sambært móðurmálsorðabókini stavast heitið á tí heimspartinum, sum vit búgva í, Evropa, ikki Europa.
Samanumtikið er Café Europa eitt satt fýrverk av poetiskum formum og motivum úr europeiskari og føroyskari bókmentasøgu. Hevur tú sum lesari tíð og dirvi til at fara undir tað, lønar tað seg aftur í síðsta enda.










