Millum peikifingur og tummul
Hvílur klossuti pennurin
Honum fari eg at grava við
Digging, 1966
Longu við yrkingini Digging, tann fyrsta í hansara fyrsta yrkingasavni, markaði Seamus Heaney sítt øki. Hann gravaði niður í sítt minni og fann fyrst pápa sín og longur niðri abba sín og síðani allan sín norðurírska mentanararv. At Digging í dag stendur sum ein varði yvir alt ritverkið hjá Heaney mundi koma av lokalu røddini, ið endurreisti fortíðina og tosaði alheimssøk teirra tigandi og kúgaðu tvørturum øldir og mentanir. Kortini tók tað drúgva tíð, áðrenn Heaney av álvara fekk rist norðurírsku krøvini um politiska støðutakan av sær og við Nobelvirðislønini í 1995 umsíður varð virðismettur fyri sína skaldsligu og estetisku hugsjón.
Mýriyrkingarnar
Við røðini av teimum sokallaðu Bog-Poems (Mýri-yrkingarnar) fekk grevsturin hjá Heaney í fortíðini mytiskar og allegoriskar týdningar. Íblásturin til mýriyrkingarnar fekk Heaney eftir at hava lisið eina frágreiðing um meir enn tvey túsund ára gomlu líkini, sum vórðu funnin í mýrilendi ymsa staðni í Danmark, og hvussu tey vórðu avrættað eftir barbariskum ritualum. Eitt av hesum óvanliga væl varveiddu líkum var Grauballemaðurin. Hesin gjørdist eisini ímyndin í eini av kendastu yrkingunum hjá Heaney, The Grauballe Man, sum Alexandur Kristinasen hegnisliga hevur týtt til føroyskt.
Yrkingin blæsur nýtt lív í uppgrivnað líkið í okkara hugaheimi í tveimum stigum. Fyrst, heldur øvut, við at petta tað sundur og halda eina ávísa frástøðu. Meðan eyguni kanna líkið, umskapast tað til ein dunga av lívleysum lutum, skøvningurin til mýrivið, hælurin til eitt basalt egg, hárið verður ein motta o.s.fr. Men spakuliga endurføða heldur kynisku staðfestingarnar stirvnaða líkið út frá tess egnu treytum gjøgnum lutirnar, tað minnir yrkjaran um. Í sínum seinna lívi er Grauballemaðurin ikki bara ein sermerktur forngripur, men eisini ein viðmerking til heimin, hann nú er partur av, ein spádómur um nútíðar harðskap og kríggj, har offrini eisini verða sorað og søkt.
Ímyndarliga fingu Grauballemaðurin og hinar Mýriyrkingarnar ein avgerandi týdning fyri hugsjónina hjá Heaney: Samtíðar syndran og oyðilegging verða best lýst út frá søgunar tøttu hvíld heldur enn í húðleysum ovursinni ein hugburður, sum summi misfataðu sum kensluloysi, men sum eftirfylgjarar hjá Heaney seinni hava tikið til sín.
Hvør sigur lík
Um livandi sjón hansara?
Hvør sigur kroppur
um tøttu hvíld hansara?
Skaldskapur er sín egni veruleiki
- Hevur Nobel heiðurin gjørt teg til ein moralunnar talsmann í Norður Írlandi?, varð Heaney einaferð spurdur í eini samrøðu
- Vónandi ikki ein talsmann í hasum týdninginum. Í øllum førum er tað nakað seint at byrja at tosa um moral har, svaraði Heaney.
Heaney hevur ikki óvæntað verið fyri nógvum atfinningum frá báðum síðum í norðurírska stríðnum. Sambandssinnaði vongurin hevur kallað hann navnframi katólski øsarin, meðan tey tjóveldssinnaðu hava funnist at hansara politiska støðuloysi og vantandi stuðli í stríðnum fyri loysing frá Bretlandi. Uppaftur onnur hava mistolkað samanberingarnar millum norðurírskar samanbrestir og forsøgulig stríð, sum umbering fyri harðskap. Heaney sjálvur hevur ongantíð svarað ákoyringunum aftur annað enn at sipa til W.B Yeats við orðunum Skaldskapur er føddur av orðadráttinum við okkum sjálvi. Orðadrátturin við onnur er retorikkur.
At atfinningarnar kortini fyltu so nógv í norðurírska kjakinum um Heaney, at tað hevði við sær, at hann flutti til Dublin, kann tykjast løgið. Longu frá byrjan var tað týðiligt, at skaldsliga hugsjónin hjá Heaney rakk munandi longur. Serliga í seinnu helvt av ritverkinum síggja vit greinar og fyrilestrar, sum við neyvum akademiskum innliti og filosofiskum flogi greina út, hvønn leiklut, Heaney meinar, at skaldskapur og list eiga at hava.
Í kendu greinini The Government of the Tongue vísir Heaney á, at í veruleikanum er skaldskapur sín egni veruleiki. Uttan mun til, hvussu nógv ein yrkjari gevur eftir fyri tyktandi trýstinum frá sosiala, moralska, politiska og søguliga veruleikanum, má hann í síðsta enda vera trúgvur móti krøvunum og lyftunum hjá tí einstaka listaverkinum. At fylgja skaldsligu eggjanini er ein samvitskuspurningur, tí yrkingin er ein óheft, kveikt gerð, sum ber vitnisburð og er svar uppá fløkta veruleikan. Hesin spurningur verður ikki minni átrokandi við tað, at skaldskapur heldur okkara ans fangaðan eina løtu, har okkara evni til hugsavnan savnast aftur móti okkum sjálvum í eini opinbering av nýggjum møguleikum.
Heaney og Amnesty
Hóast Heaney ikki kann sigast at vera ein politiskur yrkjari, kom tað kanska ikki so óvart á, at tað var ein av hansara yrkingum, The Republic of Conscience (Samvitskulýðveldið), sum í 2003 gjørdist íblástur til heitið á Art for Amnesty heiðurslønini, The Ambassadør of Conscience Award. Heiðurin er ein viðurkenning av persónum, sum á serstakan hátt hava gjørt seg til talsfólk fyri, borið vitnisburð frá og í aðrar mátar hava kveikt stríðið fyri mannarættindum. Endamálið við heiðurinum er at varpa ljós á arbeiðið hjá Amnesty International við at tvinna tað saman við arbeiðið, lívið og góðu fyrimyndina hjá hesum útvaldu umboðsfólkunum.
Tað var eisini Seamus Heaney, sum helt røðuna, tá Vaclav Havel varð tilnevdur sum tann fyrsti Ambassador of Conscience í 2003. Í røðuni til samvitskufangan og leikskaldið, sum gjørdist forsetisráðharri, nýtti Heaney høvið at vísa á, hvussu arbeiðið hjá listafólkum heilt ítøkiliga kann slóða fyri einum meir menniskjaligum hugsanarhátti, har sinnini lata seg upp, heldur enn aftur.
Í november síðsta ár gav Heaney sjálvur sítt ítøkiliga íkast til Amnesty International, tá hann lat Art for Amnesty øll rættindi til og allan vinning av nýggju bók síni Anything Can Happen. Anything Can Happen er heitið Heaney hevur givið síni týðing av eini 2000 ára gamlari yrking eftur Horace, har heimurin verður skakaður í síni grundvøll og kanska ongantíð verður tryggur aftur. Heaney týddi yrkingina beint eftir yvirgangsatsóknina í New York 11. september 2001, og ørindini geva skelkandi afturljóð í modernaða heiminum, har alt sanniliga kann henda. Í tilknýti til yrkingina hevur Heaney eisini skrivað eina hugleiðing um leiklutin hjá listini í politiskum høpi í nýggju øldini. Sjálv yrkingin er harumframt týdd til 24 ymisk mál, sum í bókini eru sett saman tvey og tvey sum stríðsmál.
Málið og tónleikurin
Seamus Heaney kemur til Føroyar saman við altjóða viðurkenda pípuleikaranum Liam OFlynn. At Heaney hevur tikið upp samstarv við ein tónleikara er eyðsæð, um vit hugsa um, hvussu avgerandi týdning ljóðið í málinum altíð hevur havt í hansara yrkingum. Fleiri ferðir hevur hann lagt áherðslu á, at skaldsliga ella poetiska málið ikki fyrst og fremst arbeiðir við einum innihaldi. Tað er rútman sum hevur týdning. Ikki upplýsingar ella hendingar men huglagið, sum umskapar tær til ljóðlag, til stíl. Sum yrkjari strembi eg eftir at hoyra ein klang, eftir at hvíla í friðinum, ið ein nøktandi tónleikalig skipan av ljóðum gevur, sigur hann.
Hendan stremban gjørdist ítøkilig á ein øðrvísi hátt, tá Heaney og OFlynn góvu út fløguna The Poet and the Piper í 2003. Sum skilst, eru tað yrkingar og løg av hesi fløguni, vit fara at hoyra teir báðar framføra á Listastevnuni. Útgávan fekk sera góða móttøku og millum annað tók ein ummælari soleiðis til:
At lesa Heaney er ein stórsligin avbjóðing. At hoyra hann lesa sínar yrkingar er at lata sítt hjarta og sína sál upp fyri eini sterkari rødd, sum grevur søgunar og kenslunar gyltu námsgongir. Hann er yrkjarin, tú sýgur til tín, meðan tú roynir at fata fortíðina, nútíðina og framtíðina. Hendan fløgan er ein dýrgripur at vera saman um í einum heimi í ruðuleika.
Heaney sjálvur fegnaðist eisini um at fløgan var vorðin veruleiki og segði í sambandi við útgávuna:
Eg eri sera glaður um og errin av at sita við síðuna av einum so gátuførum pípuleikara sum Liam. Pípurnar kalla á og lyfta upp andan. Tær sissa eisini og lata upp fyri okkara dagdreymum.
Keldur:
Seamus Heaney:
- The Government of the Tongue, 1988
- Crediting Poetry Nobel Lecture, 1995
- The Redress of Poetry: Oxford Lectures, 1995
Blake Morrison/ Andrew Motion, Contemporary British Poetry, 1988
www.artforamnesty.org
---------------------------------------------------------------------------------------------------------------------
Seamus Heaney
Seamus Heaney varð føddur í 1939. Hann vaks upp saman við katólsku familju síni á garðinum Mossbawn í norðurírska greivadøminum Derry. Á kostskúlanum í Derry lærdi Heaney norðurírska málið, og tað var eisini har, áhugin fyri yrkingum byrjaði. Hann tók útbúgving á Queens University í Belfast, har hann seinni gjørdist lektari. Har fekk hann fyrstu ferð innlit í skaldskapin hjá írska Patrick Kavanagh, sum eisini kveikti hansara fyrstu yrkingar í savninum Death of a Naturalist, sum kom út í 1966.
Í 1960unum arbeiddi Heaney tætt saman við yrkjararnum Michael Longley, Derek Mahon og Philip Hobsbaum, og fingu teir stóra ávirkan á rákið í írskari yrking.
Í 1972 flutti Heaney til Dublin. Tvey ár seinni gjørdist hann limur í írska mentanarráðnum.
Í 1984 varð Heaney tilnevndur Professor of Rhetoric and Oratory á Harvard University og í 1989 Professor of Poetry á Oxford University.
Í 1995 fekk Heaney Nobelvirðislønina í bókmentum. Í 1997 fekk hann The Whitbread Book of the Year virðislønina fyri yrkingasavnið The Spirit Level og aftur í 2000 fyri týðingina av Beowulf.
-------------------------------------------------------------------------------------
Úrvald verk eftir Seamus Heaney:
Yrkingasøvn:
Death of a Naturalist, 1966
Door into the Dark, 1969
Winthering Out, 1972
Stations, 1975
North, 1975
Field Work, 1979
Station Island, 1984
The Haw Lantern, 1987
Seeing Things, 1991
The Spirit Level, 1996
Electric Light, 2001
Týðingar:
Sweeney Astray. A Version from the Irish, 1983
The Midnight Verdict, 1993
Beowulf, 1999
Anything Can Happen, 2004
Sjónleikir:
The Cure at Troy, 1990
The Burial at Thebes, 2004
Longri essays og fyrilestrar:
The Government of the Tongue, 1988
The Place of Writing, 1989
The Redress of Poetry: Oxford Lectures, 1995
Crediting Poetry: The Nobel Lecture, 1995
Finders Keepers; Selected Prose, 2002
Fløga:
Seamus Heaney & Liam OFlynn, The Poet and the Piper, Claddagh Records, 2003
Alexandur Kristiansen hevur týtt tríggjar yrkingar eftir Seamus Heaney til føroyskt:
Grauballemaðurin og Tollundmaðurin í Anadyomena, 1997, og Postkort úr Íslandi í Ariel, 2004, umframt yrkingina Anahorish.
Grauballemaðurin
Eins og var hann júst heltur úr
sum tjøra, liggur hann
á einum kodda av torvi
og tykist at gráta um
sín egna døkka hyl.
Æðrarnar í skøvningum hansara
eru sum mýriviður
kúputi hælur hansara
sum eitt basaltegg.
Ristin er skorpnað
og køld sum ein svanafótur
ella ein myrirót.
Mjadnar hansara sum bak
og pungur á kræklingi,
ryggurin ein állur fangaður
í glitrandi evju.
Høvdið hevjað
høkan ein hjálmgluggi
brettur upp av kruvda barka
hansara
garvaður og herdur.
Lekta sárið
opnast inneftir
í vínberjaskýming.
Hvør sigur lík
um livandi sjón hansara?
Hvør sigur kroppur
um tøttu hvíld hansara?
Og rustaða hárið
so ótrúlig ein motta
sum á fostri.
Fyrst sá eg skelkjandi andlit hansara
á eini ljósmynd,
høvur og øksl
upp úr mónum, skammfílað
sum nýføðingur tikin við tong,
men nú liggur hann
fullkomin í minni mínum
heilt út í reyðu
naglirnar,
á vágskálunum
í vakurleika og grimd:
sum hin doyggjandi Gallarin
ið alt ov gjølla hóvar
saman við skildri sínum,
við veruligu tyngdini
av hvørjum einstøkum offri
sorað og søkt.
Týðing eftir Alexandur Kristiansen