Skaldið úr Skálavík á Landsbókasavninum

Í ár eru liðin 100 ár síðani skaldið og rithøvundurin Heðin Brú varð føddur. Í hesum sambandi letur upp stór handrita- og bókaframsýning á Landsbókasavninum. Í tilfarinum eru at finna frumritini til nakrar av týdningarmestu gimsteinunum í føroyskum bókmentum

 

Fríggjadagin 27. juli, tað er í morgin, letur upp framsýning við handritum og bókum eftir Heðin Brú á Landsbókasavninum.

 

Tá sýningin letur upp fyri almenninginum klokkan 16, syngur Havnarkórið undir leiðslu av Ólavi Hátún Læraraskúlakantatuna Fedranna Tala. Heðin Brú yrkti og Hans J. Højgaard gjørdi lagið.

 

Framsýningin hevur fingið heitið Skaldið úr Skálavík.

 

 

 

Frumrit til bókmentagimsteinar

 

Fyrr í ár varð stórfingin handritagáva latin Føroya Landsbókasavni í varðveitslu. Tað eru børnini hjá Heðini Brú, sum hava latið eitt stórt savn av handritum, uppritsbókum, brøvum og øðrum skjølum, ið lógu eftir pápa teirra. Í tilfarinum er eisini eitt brævasavn upp á eini 2000 brøv, skrivað av vinum og kenningum í Føroyum og uttanlands.

 

Tað mesta av tilfarinum er nú skrásett, men á framsýningini ber bert til at síggja lítlið úrval. Í vavi fylti gávan upp í 7 kuffert og 5 pappeskjur.

 

Í tilfarinum eru at finna frumritini til nakrar av týdningarmestu gimsteinunum í føroyskum bókmentum, nevnast kunnu skaldsøgurnar Lognbrá, Fastatøkur og Feðgar á Ferð. Eisini eru handrit til nógvar av stuttsøgunum og týðingunum, ið eru eftir Heðin Brú.

 

 

 

Til novembar

 

Forvitnisliga framsýningin letur upp í morgin klokkan 16. Hon er opin ólavsøkuaftan og ólavsøkudag frá klokkan 14 til 20. Framsýningin Skaldið úr Skálavík verður standandi á Landsbókasavninum til 1. november.