Skaldasmiður í Reinsarínum

Syngjandi skaldasmiðurin, Katrina Petersen, fer hósdagin at framføra egin løg í Reinsarínum í Tórsgøtu saman við bólkinum hjá sær, ið telur fýra royndar, føroyskar tónleikarar Teir fýra tónleikararnir eru Leivur Thomsen guitar, Bjarki Meitil, bass, Líggjas Olsen klaver og Rógvi á Rógvu á trummum.

 

Komandi ár er ætlanin hjá Katrinu Petersen at geva eina fløgu út vi∂ egnum løgum. Katrina er fødd og uppvaksin í Keypmannahavn við føroyskari mammu og donskum pápa. Hon tók í 2005 diplomútbúgving sum sangari og sangpedagogur á Rútmiska Musikkkonservatorinum í Keypmannahavn. Dagliga undirvísir Katrina í sangi og klaver á Tórshavnar Musikkskúla.

 

Tað er Havnar Jazzfelag, ið skipar fyri konsertini, sum verður hóskvøldið klokkan 21.