Góða Ebba
Háttvirdi mentamálaráðharri
Og samkomugestir
Føroyar eru eitt undarligt samfelag.
Í mongum so tvívent, at tað er nærum sum at detta mitt inn í ein uppspunnan heim, eitt nú tann franskt-skrivaða eystanjarntjaldsheimin, sum tjekkiski rithøvundurin Milan Kundera manar fram fyri eygu lesarans í ymsum verkum hjá sær m.a. skaldsøguni Ótolandi lættleiki tilverunar. Alskyns listafólk, rithøvundar, tón-, films,- mynd- og leiklistafólk, alskyns serfrøðingar í alskyns greinum frá blóðrensli til havstreymar, frá jarðargróðri til stjórnmál, frá búskapi til gud vit hvat, alt hetta fólk fær í núlidna heiminum hjá Kundera annaðhvørt løn fyri at tekkjast, góða løn og bestu kor, ella hevur tað (t.e. tey sum ikki eru rýmd) útkomu sína av at bera post út, smíða, jarða lík, egna, spæla popp, vaska almenn vesi o.s.fr.
Men Føroyar eru hvørki eystanmegin eitt núliðið jarntjald, tíansheldur í bókunum hjá Kundera, hóast tað sum sagt onkuntíð kann tykjast soleiðis. Í Føroyum - og tað er ikki sørt, at hetta vil kennast sum ein glotti, viðhvørt enntá sum ein hjartafløvi - forsøma hvørki tað kosna ella tað ókosna valdið at viðmæla skapan og vitan í orði.
Tíðin er - og ikki bert vestanhavs í Washington - full av pípukragarøðum. Pípukragarøðan er politiskur móti. Tað ráðandi rákið. Valla ein einasti dagur gongur so í føroysku miðlum, á tingi, á ráðstevnum ella á fundum, at ongin pípukragarøða hoyrist.
Í pípukragarøðum eru líkindi altíð fyri skapan og vitan, so vælsigna líkindi. Í pípukragarøðum gongur sólin ovarlaga, víðskygni skínur av hvørjum orði. Skapan og vitan eru skorðurnar undir framtíðini, búskapinum og føroyskum samleika, verður sagt, tað er so vist, sum dagurin er ljósur og sóljan er gul.
Men pípukragarøða dettur av pípukragarøðu.
Fátt broytist.
Fátt og seint.
Treytirnar, sum samfelagið leggur teimum við, sum skapa og vita í Føroyum, eru óvikiliga tær somu, annaðhvørt at tekkjast ella fáast við okkurt annað: egna, spæla popp ella vaska almenn vesi.
Tá ið samanum kemur, tá ið pípukragarøðurnar enda, ráða tey smáligu atlitini, hvørt um annað hampuliga ílatin sjálvdráttur, nossliga greitt vitanarstikni og so ikki at gloyma tann kristiligi ampin av frælsari hugsan.
Vitan skal tiga.
Listin skal biðja.
Soleiðis er tað mentunarliga verulagið í Føroyum, so lítilsligt, so lurvut.
Nú kann onkur meiri enn so halda hesi orðini vera hvassari enn eitt hátíðarligt høvi sum hetta gevur íleiðing til - ella rætt og slætt óhóskandi.
Men tað leggi eg álvaratos ikki so nógv í.
Eg tori at siga, eg tori enntá at banna tykkum upp á, at eingin veit betur enn Ebba Hentze ella hevur kent á kroppi sínum, hvussu tepran kost, føroyska samfelagið bjóðar listarfólkum sínum, ikki minst rithøvundunum og týðarum - bæði so og so.
Men lat meg nú siga eitt sindur um Ebbu sjálva.
Tað er jú hon sum er tilevnið, hóast alt.
Tað munnu vera eini rúm tretivu ár síðani, eg fyrstu ferð hitti Ebbu á máli. Minnist meg rætt, var hetta tíðliga á heysti í 1976, helst í september, ið hvussu er var tað sama kvøldið, sum Rikard Long, sáli, fekk M.A. Jacobsen virðislønina handaða fyri sítt drúgva arbeiði til frama fyri føroyskar bókmentir. Eg var sjálvur nústani farin at stetla bókmentaliga um hetta mundið, hevði so smátt fingið tevin av heimsbókmentunum og átti eitt óútgivið savn av trilvandi yrkingum í skriviborðsskuffuni. Eftir virðislønahandingina, sum fór fram á býarbókasavninum í Havn, endaði eg saman við systkinabarninum Guðrið Helmsdal og øðrum heima í stovuni hjá Ebbu í Pløyensgøtu. Eg visti tá bert av Ebbu sum umtalsevni millum fólk í Havn, og helst mundi tað vera av onkrari ung-øðisligari fáfongd, at eg gav meg í tos við hana um bókmentir og dirvaði mær til at koma við ymsum gáloysisligum metingum úr egnum brósti um verk og høvundar, eitt nú William Heinesen. Eg fekk tó skjótt at sanna, at Ebba ikki hevði minsta feril í sær av teirri bókmentaliga pípukragahugsan, ið alt biður koma til sín og alt vil vælsigna (men eg var líkasum vandur upp við, at slík pípukragahugsan var algild í Føroyum). Hendan, í mínum eygum tá eitt sindur stórlátaða og grovkjaftvika daman afturímóti, tók bókmentir í álvara, í so romum álvara, at ein blaðungur yrkjari við vónum um skaldaframa í skriviborðsskuffuni, nærum misti pippið.
Men tað er nettupp hetta, sum sermerkir Ebbu. Álvara. Tað blóðiga álvara, sum bókmentirnar og listin eru henni. Bókmentir eru ikki ítriv. Tær mugu ikki takast fittliga, ikki við pípukragamildum tøkum.
Tá ið um Ebbu ræður, slepst illa uttan um danskt og ta samvist, ið føroyskt og danskt hava í huga hennara. Av tí at ymiskt enn liggur og gruggar í viðurskiftum okkara við Danmark, av tí at vingl hevur verið á føroyskari sjálvkenslu í hundrað ár, er ikki leyst við, at føroyingar yvirhøvur hava lyndi til at hugsa um tað føroyska og tað danska sum mótsetningar. Spenningurin, ið skapast av hesum, hevur stundum roynst føroyskum mentafólki tvørligur, verið teimum eitt samleikaspjaðandi andgletti og tilelving til hamkent miðjuloysi ikki ólíkt tí, sum írska skaldið William Butler Yeats lýsir í yrking síni "The Second Coming". Men mótsetningurin millum tað føroyska og tað danska kann eisini, tá ið lyndi og umstøður eru til tað, ganga upp í eina hægri og avriksføra eind. Um tað er Ebba eitt gott dømi. Hjá henni samevnast tað føroyska og tað danska í skapan. Hetta sæst aftur í eitt nú týðingum hennara. Eg man neyvan siga nøkrum nakað upp á bakið, um eg ætli, at Ebba eigur bróðurpartin av teimum bókmentatýðingum, sum hava verið gjørdar úr føroyskum til danskt tey seinastu fjøriti árini. Men samevningin av føroyskari og danskari mentan kemur ikki bert fram í týðingunum kortini, hon kemur eisini bein- og óbeinleiðis fram í tí, sum Ebba sjálv hevur yrkt og skrivað bæði á føroyskum og donskum. Sama kann sigast um ummæli og annað íkast hennara í føroyska bókmentaumrøðu.
Umframt mongu ritstørv síni hevur Ebba eisini gjøgnum árini gjørt eitt stórt og virðismikið arbeiði fyri føroyskar bókmentir sum umboð fyri Føroyar í norðurlendskum nevndum, millum annað í norðurlendska bókasavns- og týðingargrunninum, sum var.
Samanumtikið hevur Ebba av ósjálvsøkni, um ikki altíð av lítillæti, avrikað so nógv góð og neyðug verk fyri bókmentir okkara, at tann seinkomna heiður, sum henni her verður vístur í dag, eigur hon væl og virðiliga uppibornan.
Eg fari at enda hetta røðuspjaðið við einari týðing, eg havi loyvt mær at gjørt til høvið. Hetta er ein umyrking av yrkingini "Alone" eftir amerikanska skaldið Edgar Allan Poe, men hon er eisini, eftir mínum tykki, ein í mangar mátar beinrakin lýsing av teirri serstøðu og teimum tilveruligu korum, ið listin setir henni ella honum, sum vil útinna hana í fullum álvara.
"Einsamallur"
Frá vøggustabba eg aldri var
sum annað fólk; tað annar sær
eg aldri sá; mín minsta trongd
aldrin við annara var fongd,
sjálvt sorgin eitt tilsig so egið
og mótsett; ei heldur fann í gleði
mítt hjarta við onnur eitt samlag
og alt eg yndi, einastur yndi eg tað.
Tá - tá eg var barn, tá ein ævi,
so vágmikil tók við, kom undan kavi
Úr djúpum av góðum og vondum
Gátan, sum heldur meg enn í bondum:
úr strongum ella úr lindum,
úr glóðbjørgum ella av tindum,
frá sólini sum skurðreyð mól
Í ring uttan um meg sum hjól,
Úr ljósinum, sum skygdi blátt
Og streyk framvið mær dátt,
Úr toruni ið við heglingi gekk
Og skýnum sum alt í einum fekk
(luftin annars so púra klár)
skap av djevli í ókomin ár.
Leysliga eftir Edgar Allan Poe










