Sandoyartunnilin er nærri, enn vit duga at ímynda okkum, og tað kann tykjast óveruligt at hugsa sær, at tað bert fer at taka einar 20 minuttir at koyra úr Skálavík og inn á meginøkið.
- Tunnilin fer at gera tað møguligt at búgva í Guðs fríu náttúru í Skálavík og arbeiða, vera í læru ella ganga í skúla í Havn og koma heimaftur til Skálavíkar eftir loknan dag.
Tað sigur Linjohn Christiansen, sum hevur verið borgarstjóri í Skálavíkar kommunu øll árini síðan hin 1. januar í 1989. Øll árini sum borgarstjóri, hevur hann siglt í Grønlandi – í mong ár sum skipari við Akamalik hjá Royal Greenland, sum nú byggir ein nýggjan rækjutrolara í Spania.
Nú Sandoyggin fær fast samband við meginøkið, hevur tað eisini týdning fyri búseting í oynni, at oyggin er millum lægstu og grønastu blettar í Føroyum. Linjohn Christiansen vísir á, at landsvegurin millum Hálsavøtnini sunnanvert Skopun, sum er hægstliggjandi landsvegur í Sandoynni, liggur einans í 124 metra hædd.
- Til samanburðar kann nevnast, at hægsta bústaðarøki á Norðasta Horni í Havn liggur uppi á 172 metrum. Tað merkir, at hægstliggjandi landsvegur í Sandoynni liggur einar 50 metrar lægri enn Norðasta Horn.
Í Sandoynni legst lutfalsliga lítil kavi á høgætt, tí fjøllini norðanfyri líkasum draga kavan til sín. Tað er serliga, tá tað fer at kava á lágætt, at kavi kann leggjast, serliga á eystursíðuni á oynni.
Meðan tær størru kommunurnar í Sandoynni, Sandur og Skopun, seinastu tíðina hava gjørt lutfalsliga stórar útstykkingar, hava tey í Skálavíkar kommunu í størri mun valt at hava sítt fokus á íbúðarbygging.
Soleiðis er ein íbúðarverkætlan eisini í gongd í Skálavík, har tað fer at bera til at leiga sær ein góðan og hóskiligan bústað í bygdini.
- Hetta merkir tó ikki, at vit ikki eisini hava nøkur tøk grundstykki, um fólk heldur vilja ta loysnina. Vit hava nøkur grundstykki tøk, og góðir møguleikar eru at útvega fleiri, um tað vísir seg, at eftirspurningurin veksur, sigur Linjohn Christiansen.
Borgarstjórin heldur tekin vera um, at bústaðarmynstrið millum ungar føroyingar er við at broytast og fer at broytast enn meira, sum tíðin gongur.
- Vit vita, at tað hevur verið trupult at fíggja nýbygging her í oynni, og tað kann ikki vera serliga stuttligt hjá fólki, sum vilja byggja sær sethús, at vita, at frívirðið sambært fíggingarstovnum kanska er negativt við einari miljón, tá tey flyta inn.
Linjohn Christiansen væntar, at íbúðir tí verður nakað, sum fer at vinda upp á seg tey næstu árini – eisini millum ung, sum vilja hava tak yvir høvdið.
Haraftrat eru tað tey eldru, sum sita í stórum húsum, ið eru trupul at viðlíkahalda og sum í dagsprísi brenna nógva olju, ið kanska kundu hugsað sær ein alternativan og høgligari bústað.
- Í Skálavík vilja vit bjóða ein fjølbroyttan bústaðarmarknað við leiguíbúðum, lutaíbúðum og gjarna eisini íbúðum, sum fólk kunnu keypa. Haraftrat eru møguleikar til traditionella sethúsabygging, sigur hann.
Hóast Skálavík telist millum tær smáu kommununar í Føroyum, er hetta ein bygd við nógvum lívi.
- Í Skálavík er eftirskúlin, Brúgvin, og vit hava kafé’ina og matstovuna á Mølini. Hjúnini, sum reka Mølina, hava bygt 10 spildurnýggj kømur, og tilsamans minnir konseptið á Mølini nú um eitt slott.
Linjohn Christiansen vísir á, at í bygdini er nýtt kampingpláss, og undirhúsið er bygt út við nýggjum wc’um og fasilitetum, ið bæði kunnu brúkast av fólki, sum koma við kampingvogni ella báti, um tað skal vera.
- Harumframt kemur stór lívfiskastøð, sum er ein umfatandi byggiverkætlan, og í virkisbygninginum her niðri við havnalagið fer MBM at hava ostaframleiðslu.
Í Skálavík er skúli, missiónshús og kirkja, og her er felagshúsið á Keldu.
Linjohn Christiansen gleðist um alt, sum er og skapar lív í Skálavík, og hann gleðist um alt, sum skapar framburð.
- Okkara bygd er víðfevnd. Her er vøkur og rein náttúra, og her er nógv søga. Skálavík er ein perla, men eisini perlur skulu pussast, sum hann tekur til.
Hann vísir á, at í fjør varð asfalt lagt á vegir, bæði í bygdini og norðanfyri bygdina, og dentur verður lagdur á, at bygdin er rein og nosslig.
- Øll eru hjartaliga vælkomin at venda sær til okkara við fyrispurningum um bústaðarmøguleikar í Skálavík, sigur borgarstjórin.











