Skálavík loysir flestu uppgávur sjálv

Palli L. Olsen er arbeiðsformaður hjá Skálavíkar kommunu, og hann tekur sær av tí mesta, sum skal gerast við vegir, kloakkir og annað í kommununi.

Palli L. Olsen er arbeiðsformaður hjá Skálavíkar kommunu, og hann tekur sær av tí mesta, sum skal gerast við vegir, kloakkir og annað í kommununi.

 

- Í løtuni eri eg í holt við at breiðka Hamarsvegin, vit rópa. Hetta er vegurin norðuri í bygdini, sum bara hevur verið stívliga tríggjar metrar breiður, men sum nú verður sjey metrar breiður. Hetta er eitt vegastrekkið á einar 500 metrar, sum nú er við at koma undir land. Vit hava einar 50 metrar eftir at gera, so eru vit komin á mál.

 

Palli L. Olsen sigur, at Skálavíkar kommuna sjálv eigur maskinu til grevstur, og fyri einari viku síðan keypti kommunan ein brúktan mini-gravara á trý tons.

 

- Finnleif Fagradal á Sandi koyrir tilfarið til, men annars gera vit tað mesta sjálvi. Tilfar, sum fellur frá, verður fyri tað mesta brúkt til skráningar og annað, og tí verður lítið og einki tilfar at koyra burtur.

 

Við tað, at Skálavíkar kommuna eigur amboð at arbeiða við, heldur arbeiðsformaðurin hjá kommununi, at her er nógv at spara.

 

- Sama var, tá vit framdu spillivatnsætlanina í verki. Tá gjørdu vit at kalla alt arbeiði sjálvi, tó at her var nokso nógv um at fara, sigur Palli L. Olsen, arbeiðsformaður.