Skálavík góðar umstøður til útróður

Í Skálavík eru góðar umstøður hjá útróðrarmonnum og útróðrarbátum.

Í Skálavík eru góðar umstøður hjá útróðrarmonnum og útróðrarbátum.

 

- Vit hava ein góðan bátahyl við beding, krani er á bryggjuni til upptøku av fiskakassum, og vit hava útróðrarhús, har bæði eru goymslumøguleikar, frystihús og ísur til útróðrarmenn.

 

Linjohn Christiansen, borgarstjóri í Skálavíkar kommunu, væntar, at tað kemur tann dagur aftur, tá lív kemur í aftur útróðurin í bygdini, og hetta er eisini nakað, sum ungdómurin í bygdini gleðir seg til.

 

- Fáa vit aftur útróðrarmenn, sum draga 200 stampar um vikuna, svarar hetta til 20.000 krónur í egning um vikuna, sigur borgarstjórin í Skálavíkar kommunu.