Hin 6. november í 2020 – ella fyri stívliga hálvum triðja ári síðan – varð boðað frá, at nú er klárt hjá P/F Bakkafrost Farming at byggja lívfiskastøð í Skálavík.
Hetta var dagurin, tá Bakkafrost og J&K Petersen skrivaðu undir sáttmála um byggibúning av økinum til ætlaðu lívfiskastøðina.
Endamálið við verkætlanini er, at lívfiskastøðin skal savna alt virksemi at menna og kynbøta føroysku laksastammuna, eins og málið hjá Bakkafrost hevur verið, at øll rognaframleiðsla sum frá líður skal verða undan føroyskum laksi.
Í januarmánaði sama ár, sum sáttmálin um byggibúning varð undirskrivaður á heysti 2020, varð eisini nýggi vegurin til lívfiskastøðina handaður Skálavíkar kommunu.
Arbeiðið at byggja sjálva lívfiskastøðina á stóra planeraða lendinum í Skálavík hevur eisini verið útboðið, og Bakkafrost fekk tilboðini upp á ymisku byggistigini í samlaðu verkætlanini.
Lívfiskur er serliga viðbrekin, og tí hevur tað stóran týdning at verja fiskin ímóti smittu – langt frá allari aling.
Tá sáttmálin um byggibúning varð undirskrivaður í november í 2020, varð sagt, at “... hetta saman við góðu møguleikunum at fáa hendur á feskum vatni hevur gjørt, at avgerð varð tikin um at staðseta nýggju lívfiskastøðina í Skálavík...”
##med2##
Hin 22. desember í 2022 boðaði Umhvørvisstovan eisini frá, at støðin hjá P/F Bakkafrost Farming í Skálavík hevði fingið umhvørvisgóðkenning. Lagt varð aftrat, at ein lívfiskastøð framleiðir lívfisk við tí endamáli at taka rogn, tá lívfiskurin er kynsbúgvin.
Støðin fer eisini at framleiða nakað av yngli og smáfiski.
- Umhvørvisgóðkenningin umfatar alt virksemið, sum er knýtt at lívfiskatstøðini. Framleiðslan verður eini 300 tons av fiski um árið.
Umhvørvisstovan vísti eisini á, at støðin brúkar bæði vatn og sjógv og leiðir spillivatn frá rakstrinum á sjógv ígjøgnum eina umleið 700 metra langa leiðing.
- Dentur er lagdur á, at skarn og fóðurrestir ikki skulu elva til upphóping av tilfari á botni ella til aðra sjónliga dálking á staðnum.
At enda legði Umhvørvisstovan aftrat, at treytir eitt nú eru settar um, at Bakkafrost fylgir við støðuni á botninum við munnan á spillvatnsútleiðingini.
- Um tað vísir seg, at útlátið frá smoltstøðini elvir til dálking, sum ikki er uttan týdning, kann Umhvørvisstovan krevja, at bøtandi atgerðir verða gjørdar.
Men, eftir øllum at døma er alt hetta nú søga, og eingin lívfiskastøð verður bygd í Skálavík.
Skálavíkar kommuna hevur bygt veg til støðina. Á lendinum, har lívfiskastøðin skuldi byggjast, er sprongt og planerað, og her liggur eitt velduga stórt øki nú klárt at byggja á.
Soleiðis, sum In.fo skilir, kunnu Bakkafrost og eigararnir av haganum, haðani vatnið til lívfiskastøðina skuldi koma, ikki semjast um, hvat alifyritøkan skal rinda fyri vatnið, sum í øldir hevur runnið út á sjógv.
Bakkafrost hevur nú boðað Skálavíkar kommunu frá, at eingin lívfiskastøð verður bygd í Skálavík, tí grundarlagið undir støðini við ongum feskum vatni er burtur.
Nú støðan er tikin, fer Bakkafrost at tosa við íleggjarar um viðurskiftini og tað, sum síðan hendir, er, at keypsskálin, har samtakið er skrásett, fær boð um avgerðina.
Dagføring:
Í dag, hin 6. juni, sigur Bakkafrost soleiðis um íløguvirksemi felagsins og eitt nú um lívfiskastøðina, sum ætlanin var at byggja í Skálavík. Hetta sigur samtakið í fráboðan, nú nýggja tøkugjaldið broytir fortreytirnar hjá felagnum.
"Ein avleiðing er tíverri, at íløgurnar í Føroyum minka, meðan fleiri íløgur verða gjørdar í Skotlandi. Lívfiskaætlanin er eisini ávirkað, og ætlaða lívfiskastøðin í Skálavík er tikin úr íløguætlanini. Í staðin verða munandi minni íløgur gjørdar í at umbyggja og tillaga verandi smoltstøðirnar við Gjógv og á Húsum, so hesar kunnu brúkast til lívfisk..."
Og Bakkafrost leggur aftrat:
"Tað er tó ætlanin at byggja eina nýggja smoltstøð í Føroyum, antin í Ónavík ella í Skálavík, nú hetta økið ikki longur skal nýtast til lívfiskastøð..."