Skálavík brynjar seg til framtíðina

Í Skálavík eru tey tilreiðar at taka ímóti fleiri borgarum.

- Eingin ivi er um, at nakrir skálvíkingar høvdu flutt aftur til Skálavíkar, um koyrandi var til Havnar, sigur Eilsabeth Myllhamar, kommunustýrislimur og skrivari í Skálavík. Hon sigur, at í miðal ferðast 42 fólk av oynni til Havnar hvønn morgun. Tað hevði lætt nógv um hjá teimum, um tunnilin kom, heldur hon, eins og hon ikki ivast í, at onkur høvdu flutt aftur til heimbygdina, um koyrandi var.

- Tá tunnilin er komin, liggja vit líka nær Havnini sum Kollafjørður, so tá fer at bera væl til at búgva her, hóast ein arbeiðir í Havnini.

 

Skálavíkar kommuna hevur nýliga lagt 12 grundstykki mitt í bygdini til sølu, fyri einans 25.000 krónur. Tað fyrsta er longu farið, og í kommunustýrinum hava tey góðar vónir um eisini at sleppa av við hini 11.

- Vit hava heilt vist nakað at bjóða. Her er so ómetaliga barnavinarligt. Náttúran er beint uttan fyri hurðina, og er besta spælipláss á jørð, sigur x x. Skálavíkar kommuna hevur skúla, men í løtuni mugu barnagarðsbørnini til Sands í barnagarð, sigur Elisabeth Myllhamar.

- Vit mugu hava minst fimm børn fyri at sleppa at hava barnagarð. Í løtuni hava vit einans tvey, so foreldrini hava fingið møguleikan at senda tey til Sands ella Skopunar, alt eftir hvat passar teimum best, greiðir hon frá.

 

Barnagarðurin hýsir í løtuni Fjálgulon, ið er ein stovnur fyri børn, ið bera brek.

- Almannaverkið fer í næstum undir at byggja nýggjan stovn á Sandi, og tá flytir Fjálgalon hagar. Tað vil siga, at um vit skuldu farið upp um hasi fimm børnini, okkum tørvar fyri at hava barnagarð í bygdini, so verður eingin trupulleiki at finna eina loysn fyri Fjálgulon, ið tá má víkja fyri barnagarðinum, sigur Elisabeth Myllhamar.

 

Skálavíkar kommuna hevur eisini eitt ávíst øki til summarhús, men har eru øll grundstykkini útseld. Ætlanir eru tó um, at økja um økið og bjóða fleiri grundstykki til summarhús út.

 

Hon hevur sitið í kommununi í 30 ár, eins og borgarstjórin Linjohn Christiansen, og hevur sæð stórar broytingar í bygdini hesi árini.

- Einaferð vóru yvir 255 íbúgvar í bygdini, nú eru tað niðanfyri 140.

 

Og saman við íbúgvunum eru nógvar av tænastunum farnar úr bygdini eisini.

- Míni bestu ár her vóru Føroya Banki, Sparikassin, Sjóvinnubankin og Posthúsið í bygdini. Handilin á Mølini lat upp í 1889, men í 2005 snaraði eigarin lykilin. Eg hevði tá starvast í handlinum í knapt 33 ár. Tá høvdu vit posthús, lagurið hjá Føroya Bjór, handilin og Rúsuna, greiðir Elisabeth Myllhamar frá.

 

- Nú er eingin banki í oynni opin alla vikuna. Eik er bara opin mikudag og hjá Bank Nordik mást tú gera eina avtalu, so koma tey suður mikumorgun. Rúsan og Posta eru flutt til Sands. Bara lagurið hjá Føroya Bjór er eftir, sigur hon.

 

- Tó so, tá tunnilin kemur, verður væntandi betri aftur, hóast Skálavík neyvan nakrantíð nær hasum 255 íbúgvunum aftur.