Fyri stuttum varð tað greitt, at Pauli Poulsen fer at taka eitt tørn aftrat sum venjari í barndómsfelagnum á Skála.
Onkrir spælarar eru fluttir til onnur feløg. Eitt nú er tað greitt, at framrættaði Poul Kallsberg næsta kappingarár fer at spæla við Víkingi.
Í dag eru tíðindini av Skála, at Kristian Martin Jakobsen og Ari Ó. Ellingsgaard hava skrivað undir nýggjar sáttmálar á Skála. 26 ára gamli Kristian Martin er miðverji, sum bara hevur umboðað barndómsfelagið, og 29 ára gamli miðvallarin Ari Ó. Ellingsgaard flutti undan síðsta kappingarári úr ÍF og út á Skála at spæla.
Setningurin hjá Paula Poulsen, Kristian Martin Jakobsen, Ara Ó. Ellingsgaard og hinum spælarunum er at vinna Skála aftur í fremstu røð, eftir at liðið í heyst flutti niður.
Um vikuskiftið vóru tíðindini av Skála, at brøðurnir Dávid og Martin Johansen hava skrivað undir nýggjan sáttmála.
Um teir báðar beiggjarnar skrivar Skála soleiðis:
Dávid er 25 ár, og er kendur sum sterkur og skjótur kantur, og hevur verið partur av besta hópinum hjá Skála ÍF í fleiri ár.
Yngri beiggin Martin er júst blivin 19 ár, og fekk sína debut í bestu mansdeildini í ár. Martin er eins og brøðurnir ein málrevur, og hevur í 2022 samanlagt skorað 28 mál í 41 dystum smb. faroesoccer.com.
Fyri einari viku síðani boðaði Skála frá, at Karstin Joensen er nýggjur málverji. Hann hevur fyri tað mesta spælt við NSÍ, men í 2018 og 2019 var hann málverji á Skála.
Serliga stóran týdning fyri Skála hevur tað, at ein av evnaríkastu spælarunum yvirhøvur nú hevur skrivað undir nýggjan sáttmála. Talan er um Andreas Egeberg Jacobsen, sum tíðliga síðsta kappingarár varð illa skaddur í knænum og tískil ikki var førur fyri at spæla.
Í síðstu viku skrivaði Skála soleiðis:
Andreas Egeberg Jacobsen, ið ikki fekk spælt stóran part av kappingarárinum vegna álvarsligan knæskaða. Men Andreas hevur arbeitt miðvíst við endurvenjing, og verður væntandi klárur at tørna til aftur seinni í komandi kappingarár. Plássið hjá Andrias er á kantinum, har hann við sínum fimleika og skjótleika, kann geva verjuleikarum sveittan á pannuna, og tíðum skapa góðar støður framman fyri málinum. Ongin ivi um at tað var saknur í honum seinnu helvt av kappingarárinum 2022.
Andreas hevur skrivað undir tvey ára sáttmála, og vit síggja fram til at hava Andreas aftur á vøllinum, skrivar Skála Ítróttarfelag.