Kári P. Højgaard, sum inn til fyri kortum var landsstýrismaður í innlendismálum, men nú er andstøðulimur, er vónbrotin um, at einans seks milliónir krónur eru settar av til Skálafjarðartunnilin í fíggjarlógaruppskotinum, sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, legði fram fyrrapartin.
- Eg undrist á, at mann ætlar at gera tvær risa stórar almennar verkætlanir, men at eingin peningur verður settur av til hetta. Soleiðis sum eg lesi tað, so hevur samgongan parkerað Skálafjarðatunnilin í hvussu so er í eitt ár, sigur Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvstýrisflokkinum.
Hoyr samrøðu, sum Rás2 hevur gjørt við Kára P. Højgaard um fíggjarlógaruppskotið, við at trýsta á pílin undir myndini.