Hóast full semja enn ikki er um Skálafjarðartunnilin, so er greitt, at tunnilin verður gjørdur eftir sama leisti, sum CHE-samgongan setti út í kortið í 2008, tá Bjørt Samuelsen var landsstýriskvinna í vinnumálum.
Tað er greitt, nú allir flokkar hava sitið saman á nøkrum fundum fyri at finna eina felags stevnu í hesum máli, sum so nógv rok hevur verið um. Hóast Jørgen Niclasen hevði ætlað, at privat áhugamál skuldu eiga helmingin av tunnilsfelagnum, so tykist nú greitt, at so verður ikki. Tað almenna fer at eiga allan partapeningin, meðan privat kunnu sleppa at tekna ábyrgdapening, kanska sum lánsbrøv.
Ætlanin er at farast skal undir arbeiðið at gera tunnilin um ársskiftið 2015/16. Og so skjótt sum Skálafjarðartunnilin verður liðugur, verður farið undir Sandoyartunnilin.
Løgtingið samtykti mánadagin at seta 15 milliónir krónur í tunnilsfelagið, sum skal eiga, byggja og reka báðar tunlarnar.