Skálafjarðarsteypið

Í hesum døgum fegnast fótbóltsliðini bæði í kommununi um, at liðini koma at dystast í Betri-deildini næsta ár, skrivar Runavíkar kommuna á runavik.fo.

 

Við kappingarársbyrjan 2019 lat Runavíkar kommuna ferðasteyp til bestu mansliðini í fótbólti hjá Skála og NSÍ at kappast um.

 

Reglugerðin og treytirnar fyri at vinna steypið til ognar vóru hesar:

 

Liðið, sum vinnur fyrsta innanhýsisdystin í 2019, fær steypið í varðveitslu. Endar fyrsti dystur við javnleiki, verður brotssparksskapping um steypið.

 

Liðið, sum hevur steypið í varðveitslu, varðveitir hetta, um tað vinnur ella spælir javnleik. Tað vil siga, at hitt liðið skal vinna ein dyst fyri at fáa steypið í varðveitslu.

 

Tá ið dystirnir í einum kappingarári eru av ímillum hesi bæði liðini, fær tað liðið, sum hevur staðið seg best í innanhýsis dystum, steypið í varðveitslu til næsta kappingarár, táið innanhýsis kappingin verður tikin uppaftur. Samlaða støðan eftir triðja og seinasta dystin millum liðini í einum ári, ger av, hvør er vinnari tað árið, - eftir hesum treytum:

 

1) Liðið við flestu stigunum í innanhýsisdystunum vinnur steypið fyri árið.

2) Stendur á jøvnum í stigum í innanhýsisdystunum ger málstøðan í hesum somu dystum av hvør vinnur fyri árið.

3) Stendur framvegis á jøvnum samsvarandi 1) og 2), verður brotssparkskapping eftir triðja og seinasta dystin í árinum. Hendan ger tá av, hvør er vinnari fyri árið.

 

Liðið, sum fyrst vinnur steypið trý kappingarár tilsamans, fær steypið til ognar.

 

Síðani 2019 hevur verið kappast um sonevnda Skálafjarðarsteypið, og eru úrslitini hesi í innanhýsis kappingini millum Skála og NSÍ.

 

2019

30.03.19 Skála-NSÍ 2-0

27.05.19 NSÍ-Skála 3-0

25.08.19 Skála-NSÍ 1-2

NSÍ vann steypið (vann 2 dystir)

 

2020

01.06.20 Skála-NSÍ 0-4

22.07.20 NSÍ-Skála 1-0

27.09.20 NSÍ-Skála 4-1

NSÍ vann steypið (vann 3 dystir)

 

2021

Liðini vóru í hvør síni deild.

 

2022

01.05.22 NSÍ-Skála 2-1

21.05.22 Skála-NSÍ 1-4

11.09.22 Skála-NSÍ 1-1

NSÍ vann við betri málúrtøku (annars ein sigur í part og ein javnur).

 

NSÍ vann steypið til ognar.

 

Støðan í 2023

06.04.23 NSÍ-Skála 0-1

05.08.23 Skála-NSÍ 1-0

27.10.23 NSÍ-Skála

 

Longu undan seinasta dystinum millum feløgini - hann verður spældur við Løkin í annaðkvøld, fríggjakvøldið 27. oktober, kl. 19 - er tí greitt, at Skála longu hevur vunnið steypið í 2023 við tveimum sigrum.

 

Runavíkar kommuna hevur latið gera nýtt steyp til høvið, og verður tað handað Skála eftir dystin, skrivar runavik.fo.