Leygardagin var toppdystur og kommunuppgerð á Skála. NSÍ var gestur, og teir á eystaraarmi fóru til hús aftur við 1-0 tapi. Hetta var onnur ferðin í ár, at grannarnir og favorittarnir at vinna uppflyting hittust í landskappingardysti. Eisini tá ið NSÍ 6. apríl átti heimavøll, var úrslitið 1-0 til NSÍ.
Einasti málskjútti undir Mýruhjalla leygardagin var Carlos Ferreira, sum hevur verið sannur fongur, síðani hann í vár flutti úr Portugal at spæla. Hann hevur skorað 9 mál og er næstbesti málskjúttin hjá skálamonnum. Flest mál hjá Skála hevur Marjus Nón (10) skorað.
Í síðsta dystinum undan summarsteðginum tapti Skála 3-1 á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi. Tá vann NSÍ 2-1 á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá B36. Tí vaks spenningurin í kappingini um fremsta plássið í 1. deild, men úrslitið leygardagin ber við sær, at tað eru fimm stig frá Skála og aftur til NSÍ. Kortini bendir alt á, at tað fara at vera hesi bæði liðini úr Runavíkar kommunu, sum í heyst fara at flyta upp aftur í bestu deildina, sum tey í fjør fluttu niður úr.
Leygardagin fær NSÍ vitjan av B71, og tá fer Skála at spæla á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá HB. Á summarfestivalinum vann HB 3-2 ímóti KÍ. Sigursmálið skoraði Djóni Samuelsen í tíðini, sum dómarin legði aftrat vanligu leiktíðini.