Skála vann seinnapartin 5-2 á Tórsvølli ímóti HB. Hálvleiksstøðan var 1-1, og beinavegin eftir steðgin legði HB seg á odda 2-1. Suni Wardum, sum hevði javnað til 1-1 tveir minuttir undan steðginum skoraði eisini seinna HB málið. Uppleggunum stóðu ávikavíst Ási Dam og Jákup L. Thomsen fyri.
Skála sigurin ber við sær, at gloppið aftur til næsta avbjóðaran vaks, tí fyrr í dag endaði tað 1-1, tá ið Víkingur í Leirvík hevði vitjan av FC Suðuroy. Skála hevur 27 stig, og Víkingur hevur 19 stig. HB hevur 12 stig.
Tað er stutt millum dystirnar, og hjá Skála var Jónhard Frederiksberg alla tíðina á beinkinum, meðan Bjarti Thorleifsson var á vongverjanum í vinstru. Niels Pauli Danielsen var leikbannaður. Í miðverjuni vóru Karl Martin Johansen og Kristian Martin Jakobsen, meðan Pætur Dam Jacobsen var verjukendur miðvallari. Mikael á Rneynatrøð var vongverji í høgru, Poul Ingason var framrættaður í høgru, og fremstu menninir vóru Jan Ingason Hansen, Andreas Egeberg Jacobsen og Aksel B. Danielsen.
Spælbýtið var ikki so misjavnt. HB vann fimm hornaspørk, og Skála vann fýra hornaspørk.
Í beinleiðis atsóknunum og eftir hornaspørk vóru skálamenn kvikari og miðvísari. Aksel B. Danielsen legði miðskeiðis í fyrra hálvleiki Skála á odda eftir sending frá Bjarta Thorleifsson, Karl Martin Johansen javnaði til 2-2 stutt eftir, at HB hevði lagt seg á odda. Tað var eftir upplegg frá Poul Kallsberg.
So umsetti Andreas Egeberg Jacobsen tvær ferðir í seks minuttir brotsstpørk til mál, og eitt lítið korter undan leikloki staðfesti Aksel B. Danielsen 5-2 sigurin, tá ið hann eftir horna úr vinstru og við høvdinum stýrdi bóltin í málið. Tað var aftur Bjarti Thorleifsson, sum átti uppleggið.
Fríggjakvøldið skal HB til Runavíkar, og leygardagin skal Skála aftur í Gundadal. Tá verður B36 mótstøðuliðið.