Skála styrkti sína støðu

1. DEILD: Hóast skálamenn síðstu løtuna vóru undirmannaðir, so vunnu teir trivaligan sigur

Skála vann í kvøld 4-1 á heimavøllinum undir Mýruhjalla. Mótstøðuliðið var næstbesta liðið hjá KÍ, sum annars hevur vunnið fulla úrtøku tríggjar tær seinastu ferðirnar.

 

Skála er topplið, og Skála hevur vunnið fulla úrtøku allar ferðirnar burtursæð frá, tá ið tað 1. apríl kiksaði á heimavølli ímóti FC Hoyvík, sum ta ferðina fór suður við 1-0 sigri.

 

Í kvøld var hálvleiksstøðan 3-0. Carlos Ferreira setti hol á. Hetta var triðja ferðin á rað, at hann var málskjútti.

 

Miðvallarveteranurin Ari Ó. Ellingsgaard økti undan steðginum til bæði 2-0 og 3-0. Sjey minuttir undan steðginum økti hann til  2-0, og í tíðini, sum dómarin legði aftrat, umsetti hann brotsspark til 3-0. Hetta vóru fyrstu málini, sum Ari Ó. Ellingsgaard hevur skorað í ár.

 

Miðskeiðis í seinna hálvleiki minkaði KÍ um munin til 3-1. Málskjútti var Kristian Svabo Eliasen, sum var málskjútti fyri fyrstu ferð, síðani hann í fyrsta umfari var málskjútti, tá ið KÍ á heimavølli vann 4-3 ímóti FC Hoyvík.

 

Fimm minuttir eftir, at KÍ hevði minkað um munin, sá Jákup Pauli Frederiksberg beinleiðis reytt, og so tevjaðu klaksvíkingar møguleikan at fáa spenning í aftur. Tað eydnaðist ikki, tí lítla løtu undan leikloki staðfesti Meinhard Janusarson 4-1 heimasigurin. Hetta var fjórða ferðin, at Meinhard Janusarson var málskjútti, síðani hann undan kappingarbyrjan flutti úr NSÍ og yvir á Skála.

 

Leygardagin fer Skála at spæla á útivølli ímóti EB/Streymi, og KÍ fer at spæla á útivølli ímóti Víkingi.