Tað gongur upp, og tað gongur niður í fótbólti. Hjá B36 hevur tað leingi so at siga bara gingið rætta vegin. Í gjár taptu meistararnir á Skála, og tá vórðu teir mintir á, at tað er møguleiki fyri, at tað so skjótt kann venda og harvið, at tað kann koppa mótstøðumonnunum til fyrimunar.
Undan dystarbyrjan vóru fleiri av stuðulsspælarunum burtur. Tá ið tíggju minuttir vóru farnir, vóru tveir av teimum fyrstu ellivu illa skaddir, og hálvan tíma seinni vóru teir báðir farnir av vøllinum.
Skálamenn vóru sannir brandar. Teir spældu og stríddust og vístu framúr hugburð, og teir vunnu 1-0. Harvið mintu teir bæði seg sjálvar og øll onnur á, at tað er á vøllinum, at dysturin verður spældur og úrslitið avgjørt og ikki í bløðum, útvarpi, sjónvarpi ella á netinum.
Tølini siga, at skálamenn løgdu nógv fyri. Teir sóu gula kortið seks ferðir, meðan teir í B36 tvær ferðir sóu gult.
Í dag eru fýra dystir í bestu deildini á skránni. Tað kann vera, at okkurt liðið fer at taka seg trý stig framum meistaraliðið, sum í gjár ikki skoraði. 1-0 tapið var fyrsta ferðin síðani 14. september 2014, at B36 fór av vøllinum, uttan at hava skorað mál. Tann dagin fyri hálvum øðrum ári síðani tapti B36 2-0 á heimavølli ímóti Víkingi.
Fyrsta bríksl verður í tveimum dystum í dag klokkan 15.00 og í tveimum dystum klokkan 16.00.
Líkindini at spæla fótbólt vera hampuliga góð í dag. Tað verður turt, hitin fer at liggja um 8-9 stig, og tað verður eitt sindur av vindi – umleið 12-13 metrar um sekundið av útsynningi.
KÍ-NSÍ: Eiler Rasmussen kl. 15.00
ÍF-AB: Rúni Gaardbo kl. 16.00
B68-TB: Petur Reinert kl. 16.00
HB-Víkingur: Lars Müller kl. 15.00










