Skála saknar tveir stuðlar

Hjá B36 er verjuspælari tøkur aftur, sum hevur verið skaddur síðani stórsteypadystin

Seinnapartin fær Skála vitjan av B36. Hjá Skála snýr tað seg um fyri fyrstu ferð í ár at vinna fulla úrtøku. Skálamenn kenna tað soleiðis, at teir fleiri ferðir higartil í ár ikki hava havt marginalirnar á sínari síðu. Eitt nú 2. páskadag tá ið HB fram ímóti dystarenda skoraði 3-2 sigursmálið undir Mýruhjalla.

 

Søgan sigur, at B36 seinastu árini hevur havt gott tak á skálamonnum. Skála hevur ikki vunnið stig ímóti B36 síðani 14. mai í 2017, tá ið úrslitið á Skála var 2-2. Skála hevur ikki vunnið fulla úrtøku ímóti B36 síðani á grækarismessu í 2016 ella fyri seks árum síðani. Tá var úrslitið á Skála 1-0.

 

Ein av B36 spælarunum ta ferðina er framvegis á B36 liðnum. Tað er Benjamin Heinesen. Brian Jakobsen, sum seinastu ferðirnar av álvara er komin fyri seg og hevur skorað fleiri mál fyri B36, var ta ferðina á liðnum hjá Skála.

 

Tveir aðrir spælarar hjá Skála vóru eisini við fyri seks árum síðani. Annar er miðverjin og liðformaðurin Jákup Jakobsen, og hin er miðvallarveteranurin Pætur Dam Jacobsen, sum er saknaður, nú hann er skaðadarvaður. Eisini ein annar veteranur, vongverjin í høgru Teitur R. Joensen, er darvaður av vøddaskaða.

 

Hjá B36 er Magnus Egilsson tøkur aftur eftir leikbann. Miðverjin Lukas S. Enevoldsen hevur verið skaddur síðani stórsteypadystin ímóti KÍ. Í gjár var hann fyrra hálvleik á næstbesta liðnum, sum vann 3-2 í Runavík.