Skála og B68 ferðast saman

Felags fyri Skála og B68, sum hittast í dag, er, at tey í fjør fluttu upp, og at tey í ár flyta niður aftur

Í fjør spældu Skála og B68 í næstbestu deildini, og tá gekk tað so mikið væl, at bæði liðini fluttu upp. Í ár hava bæði liðini spælt í bestu deildini, og tað hevur roynst so mikið soltið, at bæði liðini flyta niður aftur.

Seinnapartin hittast tey á Skála. Tá ið tey spældu á Svangaskarði vað úrslitið 0-0, og á Skála vann heimaliðið 1-0.

Felags fyri bæði liðini er, at tey hava verið meint rakt av skaðum. Soleiðis er tað framvegis. B68 liðformaðurin Jann Ingi Petersen er orsaka av knæskaða ikki tøkur, og Skála liðformaðurin Pætur Dam Jacobsen hevur ikki verið við seinastu ferðirnar. Pætur Dam Jacobsen, Jákup Jacobsen og Høgni Midjord eru allir skaðaplágaðir.