Skála og B68 eitt stig í part

Oyggjauppgerðin millum Skála og B68 endaði 1-1.

 

B68 tók seg eitt stig nærri oddasessinum, og Skála tók seg eitt stig nærri uppflytingarplássi, tá ið oyggjauppgerðin í 1. deild millum hesi bæði liðini í kvøld endaði 1-1.

 

Bæði málini vórðu skorað í 1. hálvleiki, og í báðum førum var tað eftir deyðbóltsstøðu. Óli H. Olsen legði eftir eitt lítið korter B68 framum eftir hornasparksinnlegg, og seks minuttir undan steðginum javnaði Jákup Jacobsen við frísparki úr meiri enn 50 metrum.

 

Sum 2. hálvleikur leið, løgdu liðini nógv fyri í nærdystunum, meðan tað bilaði at spæla seg til upplagdar málmøguleikar.

 

Dysturin varð spældur í Leirvík, tí tað í løtuni verður lagt nýtt graslíki á vøllin á Skála. Líkindini vóru góð í 1. hálvleiki, tá ið tað var bæði turt og stilt, og tað vóru nógvir áskoðarar – bæði viðhaldsfólk hjá Skála og B68. Eftir steðgin fór tað at regna.

 

 

 

Skála-B68 1-1 (1-1)

0-1: Óli H. Olsen 14.

1-1: JákupJaobsen 39.

 

 

 

Støðan

HB 42

B68 41 

FC Suðuroy 37 

Skála 36 

B36 33 

Víkingur 33 

KÍ 26 

EB/Streymur 23 

TB 23 

B71 14 

TB og B71 hava spælt 21 dystir, og hini liðini hava spælt 22 dystir

 

 

 

23. umfar

Sunnudagin 1. september

KÍ-FC Suðuroy

B68-TB

EB/Streymur-Víkingur

HB-Skála

B71-B36

 

 

 

 

LIÐUGT

1-1

 

 

 

 

90) 1-1

Tað er Skála, sum síðstu løtuna hevur lagt trýst á.

Aron Højgaard er komin inn á B68 liðið sum avloysari fyri Kristian Anton Andreassen.

 

 

 

85) 1-1

Nú er B68 undirmannað: Óli Olsen var ov seinur at takla, og tað varð takserað til gult kort. Óli sá eisini gula kortið í 1. hálvleiki, og tí varð hann vístur av vøllinum (83.).

 

80) 1-1

Tað er farið at regna, og spælararnir leggja nógva orku í mongu nærdystirnar, men tað gongur striltið hjá báðum pørtum at spæla seg til møguleikar.

 

67) 1-1

Dánjal Pauli Højgaard er komin inn í staðin fyri Emil Ronaldson hjá B68.

 

 

65) 1-1

Talan er um meiri ella minni tómgongd. Tað kemur mest sum ikki fyri, at talan er um vandamiklar støður í brotsteigunum.

 

60) 1-1

Jónleif Højgaard hjá B68 var tætt við at skora, eftir at bólturin varð stungin fram ímillum, men Suni Erntsson í Skála málinum bjargaði.

 

55) 1-1

Skála hevur verið framvið, men bólturin fór framvið stólparótini, tá ið Brian Jacobsen royndi seg. 

 

50) 1-1

Fyrstu fimm minuttirnir eftir steðgin hava verið friðarligir. Nú er eitt lítið lot upp á tvørs av vøllinum.

 

 

 

Skála og B68 eru liðug við 1. hálvleik, og støðan er 1-1. B68 legði bragdliga fyri, og vandamikli Óli H. Olsen legði eftir horna toftamenn framum. Síðani hevur Skála havt yvirvág, og seks minuttir undan steðginum javnaði verjuspælarin Jákup Jacobsen við frísparki úr meiri enn 50 metra fjarstøðu!

 

 

 

 

 

HÁLVLEIKUR

1-1

 

 

 

 

43) 1-1

Skála hevur aftur havt góða roynd, men Mads Nesá bjargaði, tá ið Ólavur Mikkelsen royndi seg við skoti.

 

 

40) 1-1: Jákup Jacobsen 38.

So hevur Skála javnað. Talan var um margháttligt mál, har málverjin ikki sá heilt sannførandi út. Verjuspælarin Jákup Jacobsen sendi fríspark av egnari hálvu og fram í B68 brotsteigin. Álopsspælari og B68 málverjin fóru eftir bóltinum, sum sigldi í málið. B68 vildi hava dómaran at brísla fyri frísparki, men tað gjørdi hann ikki.

Óli H. Olsen hjá B68 hevur sæð gult fyri óregluliga at steðga Skála álopi.

 

 

30) 0-1

Síðstu løtuna er Skála trýstið á B68 málið, har Mads Nesá stendur, vorðið alt størri. Besta royndin royndin higartil var, tá ið Jákup Johansen við frísparki sendi bóltin dygst omanfyri tvørtræið. 

 

 

25) 0-1

Tað gongur javnt á. Skálamenn hava bóltin eitt vet meiri, meðan B68 dúvar meiri upp á skjót mótálop.

 

 

15) 0-1: Óli H. Olsen 14.

So er 1-0 til B68. Málið skoraði Óli H. Olsen eftir hornasparksinnlegg úr høgru og eitt sindur av aftur og fram.

 

Líkindini eru sera góð at spæla fótbólt í Leirvík í kvøld. Tað er stilli og turt. Nógvir áskoðarar eru møttir - viðhaldsfólk bæði hjá Skála og B68.

 

 

Klokkan 18.30 var fyrsta bríkslið í 1. deildardystinum í Leirvík, har Skála eigur heimavøll ímóti B68. Um tað eydnast toftamonnum at vinna, so lyfta teir seg upp á toppin, og um tað eydnast Skála at vinna, so flytur liðið fram á uppflytingarpláss.

Vit fylgja gongdini.

 

 

 

Skála-B68 kl. 18.30

Dómari: Kári J. á Høvdanum

Skála: Suni Erntsson - Markus Olsen, Jákup Jacobsen, Pauli G. Hansen, Hallur Fláaberg, Teitur R. Joensen, Jákup Johansen, Karstin Justesen, Ólavur Mikkelsen, Poul N. Poulsen, Brian Jacobsen

B68: Mads Nesá – Ari Johannesen, Niklas Poulsen, Niklas Joensen, Bjarki Johannesen, Hákun Edmundsson, Remi Langgaard, Jónleif Højgaard, Kristian Anton Andreassen, Emil Ronaldson, Óli Olsen