Aftasta lið í Effodeildini, Skála, má klára seg restina av kappingarárinum uttan liðskiparan. Tað er greitt, nú Teitur R. Joensen er fluttur av landinum í lestrarørindum.
27 ára gamli verjuleikarin er ein teirra, ið hevur víst Skála stórt trúfesti. Hann hevur nevniliga spælt við liðnum tey seinastu 12 kappingarárini, og hevur harvið verið við Skála og vent heilt niðri í triðbestu deildini.
Tað sær einki serligt út hjá Skála, sum eftir umfarið sunnudagin longu kann verða endaliga staðfest sum niðurflytari. Tað verður veruleiki, um Skála tapir ímóti HB í Gundadali, somuleiðis sum AB vinnur í Fuglafirði.
Fyri at gera ilt verri hjá skálamonnum, so er stórt mannfall í hópinum í løtuni. Umframt Teit R. Joensen, so verða Poul N. Poulsen, Jákup Johansen, Edvin Jacobsen, Pætur Dam Jacobsen, Høgni Midjord og Jákup Jacobsen heldur ikki við ímóti HB sunnudagin vegna skaðar og leikbann.