Tað er greitt, at steðgurin hjá Skála í bestu deildini í hesum umfarinum bara verður eitt ár. Skála er á tíggjunda og aftasta plássinum. Fjarstøðan fram til B68 og níggjunda plássið er trý stig, og málmunurin hjá Skála er eitt mál verri, enn hann er hjá toftamonnum. Skála hevur 14 stig og málmunin -36. B68 hevur 17 stig og málmunin -35.
Støðutalvan sigur, at sannlíkið ikki er nakað serligt fyri, at tað skal eydnast B68 at vinna úrtøku í Gøtu. Um B68 einki fær burturúr, og um tað eydnast Paula Poulsen og hansara monnum at vinna á AB, so verður tað javnt í stigum ímillum tvey tey niðastu, og so verður málmunurin hjá Skála betri, enn hann verður tað hjá B68.
Síðani AB í triði síðsta umfari við 2-1 sigri á Svangaskarði tryggjaði sær plássið í bestu deildini hevur tað ikki verið so nógv veiggj í argjamonnum. Eftir 3-1 heimatap ímóti HB endaði tað síðsta sunnudag við 5-1 tapi í Klaksvík.
AB avrikini hava verið merkt av, at fleiri av lyklaspælarunum hava verið burturi frá orsaka av skaðum ella leikbannum. Í dag eru Beinir Ellefsen og Dmitrije Jankovic tøkir aftur. Sorin Anghel og Tóki á Lofti eru framvegis skaddir.
Hjá Skála eru Høgni Midjord og Jákup Jacobsen framvegis skaddir.
Tvær ferðir fyrr í ár er tað endað við javnleiki millum Skála og AB. Í fjórða umfari var Skála á veg ímóti sigri á Argjum, men í síðstu sekundunum í tíðini, sum dómarin legði aftrat, javnaði Sorin Anghel til 1-1. 22. juni endaði tað í 14. umfari málleyst, tá ið Skála hevði vitjan av AB.










