Tvey umfør undan kappingarloki er tað greitt, at Skála hevur vunnið næstbestu deildina. Skála vann í dag 5-0 við Margáir ímóti EB/Streymi, og nú hevur Skála 64 stig. Næstfremst er NSÍ við 57 stigum. Í næstsíðsta umfari fer Skála at spæla á heimavølli ímóti HB. Kanska varð tað roknað við, at talan í síðsta umfari fór at vera dystur um gullið, tá ið NSÍ fær vitjan av Skála, men soleiðis verður tað ikki, tí Skála hevur longu væl og virðiliga tryggjað sær gullið.
Bæði Skála og NSÍ hava tryggjað sær uppflyting.
Stóri maðurin hjá Skála var aftur í dag portugisiski álopsspælarin Carlos Ferreira. Hann skoraði trý mál. Hann hevur nú skorað fýra mál í einum dysti og trý mál og hattrikk í tveimum dystum. Carlos Ferreira er nú toppskjútti í næstbestu deildini við 23 málum, sum hann hevur skorað í 23 landskappingardystum.
Hini bæði málini hjá Skála við Margáir í dag skoraði Meinhard Janusarson. Hann setti hola í 20. minutti, og fimm minuttir eftir steðgin økti hann til 3-0. 21 ára gamli Meinhard Janusarson flutti undan hesum kappingarárinum úr NSÍ og yvir á Skála, har hann er næstbesti málskjútti við 12 málum.