Skála hevur favorittleiklutin móti ÍF

Her eru oddsini upp á dystin Skála-ÍF

Í kvøld klokkan 18.30 byrjar dysturin í Betrideildini hjá monnum millum Skála og ÍF undir Mýruhjalla á Skála. 

 

Skála er triðaftast í deildini við 14 stigum. ÍF er aftast við bert trimum stigum.

 

5. mai vann Skála 2-1 á ÍF í Fløtugerði í Fuglafirði, og 1. juni vann Skála 3-2 á ÍF undir Mýruhjalla á Skála. 

 

Skála er favorittur hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Miðaloddsini upp á heimasigur til Skála eru 1,55.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 4,19.

 

Miðaloddsini upp á útisigur til ÍF eru 4,78.

 

HER eru oddsini: 

 

##med2##

 

##med3##