Nú gongur tað heilt væl hjá HB. Fýra tær seinastu ferðirnar hevur HB vunnið fulla úrtøku við málmuninum 10-2. Fyri einari viku síðani vann HB 4-1 á útivølli ímóti EB/Streymi.
Hjá Skála er tað meiri soltið. Eftir rimmar 5-0 heimasigurin ímóti AB, kveiktist vón um, at tað kanska fór at eyndast at vinna úrtøkuna, sum skal til, um Skála eisini í 2023 skal spæla í bestu deildini. Síðani hevur Skála tapt ímóti favorittunum í bæði B36 og Víkingi, og nú snýr tað seg um HB í Gundadali.
HB og Skála hava spælt tvær ferðir fyrr í ár – báðu ferðir á Skála. Í fyrra førinum skoraði HB sigursmálið til 3-2 í næstsíðsta minutti. Ta´var 18. apríl og í sætta umfari. Í 10. umfari endaði tað 1-1 undir Mýruhjalla.
Hjá HB eru Tróndur Jensen og Hilmar Leon Jakobsen skaddir. Gustav Kjeldsen og Heri H. Mohr eru ivasamir. Jákup L. Thomsen er tøkur aftur eftir langan skaðasteðg. Hann skoraði sigursmálið, tá ið næstbesta HB liðið í gjár vann 1-0 á heimavølli ímóti KÍ.
Hjá Skála eru miðverjin Jákup Jakobsen og miðvallarin Ari Ó. Ellingsgaard leikbannaðir. Kristian Martin Jakobsen er tøkur aftur eftir leikbann mikukvøldið, tá ið Skála tapti 3-1 ímóti Víkingi. Teitur R. Joensen og Andreas Egeberg Jacobsen eru skaddir, og tað er ivasamt, um miðvallarin Steinbjørn Olsen er førur fyri at spæla.