Skála er staðfestur vinnari av 1. deild

Skála vann stórsigur móti EB/Streymi á útivølli, meðan NSÍ snávaði móti FC Hoyvík á heimavølli

Tað hevur leingi verið greitt, at tað vera Skála og NSÍ sum flyta upp úr 1. deild og vera partur av Betrideildini komandi ár.

 

Í dag bleiv greitt hvør av teimum vinnur 1. deild.

 

Skála er nú staðfestur vinnari av 1. deild.

 

Skála vann stórsigur 5-0 á EB/Streymi í Hólmanum á Eiði. Í steðginum var Skála á odda 1-0. 

 

Carlos Felipe De Sousa Ferreira skoraði hattrick fyri Skála, meðan Meinhard Janusarson skoraði tvey mál.

 

Við Løkin í Runavík var NSÍ fyri einum óvæntaðum 0-2 tapi móti FC Hoyvík. 

 

Sverri Hansson legði FC Hoyvík á odda tá 25 minuttir vóru farnir. Stutt undan dystarloki staðfesti Abednego Tetteh sigurin.

 

Nú tvey umfør eru eftir hevur Skála á fyrsta plássinum 64 stig. NSÍ hevur hevur á øðrum plássinum 57 stig, og kann í mesta lagi røkka 63 stigum. 

 

Sostatt er Skála staðfestur vinnari av 1. deild hjá monnum 2023.