Skála er flúgvandi

Uppflytararnir vunnu 2-0 á ÍF, meðan tað endaði málleyst millum AB og KÍ og Víking og EB/Streym

Fjórða av sjey umførum í fótbóltskappingini, sum í dag er í Gundadali, er nú av. Tað var bara ein vinnari í teimum trimum dystunum, og tað var upopflytarin Skála. Mótstøðuliðið var ÍF, og Skála vann 2-0. Málskjúttar vóru Brian Jacobsen og Holgar Durhuus, sum er nýggjur á Skála. Hann hevur áður umboðað 07Vestur.

Millum AB og KÍ endaði tað málleyst, og hetta var eisini úrslitið millum Víking og EB/Streym.