Ongin skal verða tvingaður til at rinda til Kringvarp Føroya. Tað halda tinglimir úr fleiri flokkum.
Kringvarp Føroya fekk drúgva umrøðu á Løgtingi í dag, og og har snúði ikki so lítið av kjakinum um, antin kringvarpsgjaldið skal vera sjálvboðið ella ikki.
Ein, sum gjørdi nógv burtur úr tí, var Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum. Hann heldur, at kringvarpsgjaldið skal vera sjálvboðið, og at fólk skulu sjálvi velja, hvat tey vilja hyggja at, ella um tey vilja gjalda fyri Kringvarpið
Hann sigur, at tekniskt er tað heldur ongin trupulleiki at gera eina skipan, har fólk keypa einstakar sendingar.
Jacob Vestergaard heldur, at kanska er útvarpið hjá Kringvarpinum øðrvísi og at tað kundi havt eina játtan á fíggjarlógini, men ongin eigur at verða tvingaður at rinda til sjónvarpið og tað er tann stóra puljan.
- At tvinga meg at rinda fyri eitt, sum er so partískt sum kringvarpið, er ovboðið, sigur Jacob Vestergaard.
Hann heldur eisini, at Kringvarpið átti at útveitt ein nógv størri part av sendingunum, til privat at gera, enn tey gera nú.
Jónleif Johannesen úr javnaðarflokkinum er ósamdur, tí hann heldur, at tað hevði smalkað sendingarnar hjá Kringvarpinum, tí so høvdu vit neyvan havt sendingar við kórsangi ella klassiskum tónleiki, heldur hann.
Eisini í Miðflokkinum hava tey talað hjartaliga fyri at avtaka kringvarpsgjaldið.